Val til Íðkaranevnd SSF

Góðu forfólk!

Sum tykkum kunnugt, so hevur tað í eina tíð verið arbeitt fram ímóti at fáa mannað eina íðkaranevnd undir SSF. Inntil víðari hava tað verið Signhild og Pál sum hava sitið í nevndini, men vit fara nú undir at skipa eitt val, so vit fáa eina fullmannaða nevnd.

Photo by Element5 Digital: https://www.pexels.com/photo/person-dropping-paper-on-box-1550337/
Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Val til Íðkaranevnd SSF

Svimjifelagið Hellufossur nýtt felag í SSF

Starvsnevnd SSF samtykti hóskvøldið hin 19. oktober 2023 at góðkenna Svimjifelagið Hellufoss í Kvívík sum lim í Svimjisambandi Føroya, og hevur Svimjisambandið tí nú 7 virkin feløg.

Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Svimjifelagið Hellufossur nýtt felag í SSF

Innbjóðing til ABMS Sprint 2023

Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna í Sprint 2023 (ABMS Sprint 2023), sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll hin 18. november 2023.


Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til ABMS Sprint 2023

Innbjóðing til SuSvim-stevnu í Vági 28. oktober 2023

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Vági hin 28. oktober 2023, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri til okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4. Svomið verður breiddir í Páls Høll í Vági.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til SuSvim-stevnu í Vági 28. oktober 2023

Innbjóðing til FM og JM á stuttgeil 2023

Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2023, sum Svimjisamband Føroya og Havnar Svimjifelag skipa fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 10. til 12. november 2023.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til FM og JM á stuttgeil 2023

OK úrslit á World Cup 2023 í Berlin

Teir fýra føroyingarnir eru nú lidnir við sítt á World Cup 2023 stevnuni í Berlin, og gekk tað ókey. Tá ið hugsað verður um at vit eru fyrst í hesum svimjiári, og at talan var um harða kapping, so svumu tey væl upp ímóti bestu tíðum, umframt at Bartal og Líggjas settu persónlig met í 200 frí

Føroyski hópurin á World Cup 2023 stevnuni í Berlin
Rúna Jacobsen eigur myndina
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on OK úrslit á World Cup 2023 í Berlin