Reglugerð um svimjinálir

Frá 1. august 2012 komu nýggjar nálatíðir í gildi.

Umframt tær vanligu seks nálirnar, er kom nýggj nál, ið eitur Talentnál.

1. Svimjinevndin hjá SSF umsitir nálatíðir, og viðurskifti annars kring nálirnar.

2. Nálirnar eru:

  • Talentnál
  • Bronsunál
  • Bronsunál við stjørnu
  • Silvurnál
  • Silvurnál við stjørnu
  • Gullnál
  • Gullnál við stjørnu

3. Fyri at ogna sær eina nál skal svimjari svimja ájavnt ella skjótari enn nálatíð. Svimjari kann einans ogna sær hægri nál. Svimjari, ið til dømi hevur svomið sær til silvurnál, kann tá ikki eftirfylgjandi ogna sær bronsunál við stjørnu.

4. Svimjari ið hevur svomið seg til eina nál, missir ikki rættin til hesa, hóast broytingar í krøvum, viðførir at nevndi svimjari ikki uppfyllir nýggju krøvini til nálir.

5. Nálatíð kann bert verða svomin í kappingum ið eru góðkendar av Svimjinevnd SSF’s og/ella av altjóða svimjisambandinum World Aquatics og felagsskapum undir World Aquatics. Nálin kann bert vinnast í teirri grein svomið verður, millumtíðir og timetrials verða ikki góðtiknar.

6. Tað er ábyrgdin hjá felagnum hjá svimjarinum, ið náar eina nálatíð at í hvørjum einstøkum føri, at boða SSF frá hesum á heimasíðuni hjá SSF. Høvuðsdómari kann útflýggja nálir til og við “Bronsunál við stjørnu” í samband við svimjistevnur. Silvurnál og uppeftir, verður latin av umboðum frá SSF í samband við størru kappingar.

Góðkend á starvsnevndarfundi 13. mai 2012, og dagførd av starvsnevndini við kunning til aðalfund SSF hin 13. apríl 2024.