Góður triði morgun á NM/NJM 2023

Tey avgreiddu triðja og síðsta umfar av innleiðandi riðlum í morgun, og gekk tað aftur heilt væl hjá okkara. Líggjas og Isak svumu seg víðari til finalu, og svam hópurin sum heild seg til eina rúgva av persónligum metum.

Føroyska liðið á NM/NJM 2023. Rúna Jakobsen eigur myndina
  • í 400 blandað fyri junior-menn varð Silas Dam Lindberg (2008) HS nr 11 við 4:45.30 (557 FINA), og Bárður Ólavsson (2008) FS nr 12 við 4:45.56 (555 FINA). Hetta vóru stór persónlig met hjá báðum
  • í 100 firvald fyri junior-kvinnur varð Jóhanna Ólavsdóttir (2007) FS nr 13 við 1:07.11 (522 FINA)
  • í 50 firvald fyri para-menn Andrias Mellemgaard (2009) HS nr 14 við 43.05 (236 FINA). Hetta var stórt persónligt met hjá Andriasi
  • í 50 firvald fyri menn varð Isak Brisenfeldt (2006) HS nr 17 við 25.72 (604 FINA). Hetta var persónligt met hjá Isaki
  • í 200 rygg fyri junior-kvinnur varð Bjarta í Lágabø (2009) SuSvim nr 17 við 2:32.20 (477 FINA)
  • í 50 bringu fyri kvinnur varð Lea O. Højsted (2008) Ægir nr 17 við 33.95 (583 FINA)
  • í 200 bringu fyri menn varð Fróði Hansen (2008) FS nr 15 við 2:29.80 (516 FINA). Hetta var persónligt met hjá Fróða
  • í 100 frí fyri kvinnur varð Lea Petersen (2009) Ægir nr 24 við 1:04.10 (481 FINA)
  • í 200 frí fyri para-menn varð Andrias Mellemgaard (2009) HS nr 12 við 3:04.30 (247 FINA). Hetta var stórt persónligt met hjá Andriasi
  • í 200 frí fyri menn varð Bartal E. Eidesgaard (2003) HS nr 11 við 1:51.63 (705 FINA). Hetta var persónligt met hjá Bartali
  • í 200 frí fyri junior-menn svumu Líggjas Joensen (2008) Ægir og Isak Brisenfeldt (2006) HS seg víðari til finaluna, við ávikavíst 1:51.41 (709 FINA) og 1:52.31 (692 FINA). Heini M. Askham (2006) Ægir varð nr 18 við 1:54.60 (650 FINA), Silas Dam Lindberg (2008) HS nr 27 við 1:59.73 (571 FINA), Oddvaldur Leivsson (2008) HS nr 28 við 2:01.31 (549 FINA), Fróði Hansen (2008) FS nr 29 við 2:02.81 (529 FINA) og Bárður Ólavsson (2008) FS nr 30 við 2:05.15 (500 FINA). Hetta vóru stór persónlig met hjá Líggjasi, Heina, Silasi og Bárði



This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.