Góð úrslit fyrsta morgun á NM/NJM 2023

Tey avgreiddu í morgun fyrsta stevnupart á NM/NJM 2023 í Tartu í Estlandi, og gekk tað bara heilt gott hjá okkara svimjarum. Nøkur finalupláss varð tað til, og hartil ein rúgva av persónligum metum.

Føroyska liðið á NM/NJM 2023 í Tartu. Rúna Jakobsen eigur myndina
  • í 400 frí fyri junior-kvinnur svam Róa Trygvadóttir (2008) Ægir seg til pláss sum eykafólk í finaluni við 4:29.02. Lea Petersen (2009) Ægir varð nr 25 við 4:54.76. Hetta var persónligt met hjá Róu.
  • í 400 frí fyri junior-menn svam Líggjas Joensen (2008) Ægir seg í finaluna við 5. bestu tíð 3:58.98. Isak Brisenfeldt (2006) HS varð nr 13 við 4:02.78, Heini Mohr Askham (2006) Ægir nr 18 við 4:06.55, Silas Dam Lindberg (2008) HS nr 26 við 4:17.16 og Bárður Ólavsson (2008) FS nr 27 við 4:23.29. Hetta var persónligt met hjá Silasi
  • í 50 rygg fyri junior-kvinnur varð Bjarta í Lágabø (2009) SuSvim nr 25 við 31.22
  • í 200 firvald fyri junior-kvinnur svam Jóhanna Ólavsdóttir (2007) FS seg í finaluna við 4. bestu tíð 2:26.45
  • í 100 firvald fyri junior-menn svam Isak Brisenfeldt (2006) HS seg í finaluna við 5. bestu tíð 56.64. Bárður Ólavsson (2008) FS svam seg til pláss sum eykafólk í finaluni við 1:03.61, og Oddvaldur Leivsson (2008) HS varð nr 11 við tíðini 1:04.62. Hetta var persónligt met hjá Bárði
  • í 200 bringu fyri junior-kvinnur varð Lea O. Højsted (2008) Ægir nr 12 við 2:46.85
  • í 100 bringu fyri para-menn svam Andrias Mellemgaard (2009) HS seg í finaluna við 8. bestu tíð 1:38.84. Hetta var stórt persónligt met hjá honum
  • í 100 bringu fyri menn svam Bartal E. Eidesgaard (2003) HS seg til pláss sum eykafólk í finaluni við 1:02.97. Hetta var persónligt met hjá honum
  • í 100 bringu fyri junior-menn varð Heini Mohr Askham (2006) Ægir nr 20 við 1:08.04
  • í 50 frí fyri kvinnur varð Lea Petersen nr 35 við 29.42. Hetta var persónligt met hj´a henni.
  • í 50 frí fyri para-menn svam Andrias Mellemgaard (2009) HS seg til pláss sum eykafólk í finaluni við 36.65. Hetta var persónligt met hjá honum
  • í 50 frí fyri menn varð Bartal. E. Eidesgaard (2003) HS nr 16 við 23.60, og Oddvaldur Leivsson (2008) HS nr 30 við 26.25. Hetta var éin hundraðpart frá persónliga metinum hjá Oddvaldi

Úrslitini síggjast her á swimrankings

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.