AQUA-stig

Sokallaðu AQUA-stigini eru ein háttur at rokna út stig fyri eitthvørt svimjiúrslit, so at til ber at samanbera avrik ímillum kappingargreinar, og fyri so vítt eisini yvir tíð.

Til dømis, er 33.99 hjá monnum í 50 bringu á langgeil í kappingarárinum 2020 eitt flottari avrit enn 2:43.37 hjá kvinnum í 200 blandað á stuttgeil í kappingarárinum 2019?

Ja tað er, tí 33.99 hjá monnum í 50 bringu á langgeil gevur sambært talvunum 445 AQUA-stig í kappingarárinum 2020, meðan 2:43.37 hjá kvinnum í 200 blandað gevur 415 AQUA-stig í kappingarárinum 2019.

Altjóða svimjisambandið World Aquatics dagførir talvurnar á hvørjum ári, har stigini eru galdandi á stuttgeil frá hin 1. september og á langgeil frá hin 1. januar.

https://www.worldaquatics.com/swimming/points

Hesini stigini vórðu fyrr kallað FINA-stig, fram til januar 2023 tá ið altjóða svimjisambandið skifti navn frá FINA til World Aquatics, stytt AQUA.