Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin hin 21. og sunnudagin hin 22. oktober 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á Swimify og her á SwimRankings

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin hin 21. og sunnudagin hin 22. oktober 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á Swimify og her á SwimRankings

Gevur gætur, skráirnar eru dagførdar her hin 27. oktober
Her eru kappingarskráirnar til svimjistevnuna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 28. oktober 2023, fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at gera viðfestu tillagingar í úttøkuskipanini til NM/NJM 2023, so at aldursbólkarnir samsvara við teir á stevnuni nýttu.

Avbjóðingin var, at World Aquatics í februar broytti sín junioraldur, sum so eftirfylgjandi varð broyttur eisini hjá LEN, NSF og okkum.
Ávirkanin burdi yvirhøvur verið, at fleiri svimjarar nú hava møguleika fyri at klára kravtíð.
Continue readingStarvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi HeimsMeistarastevnu, sum verður í Doha í Katar frá 2. – 18. februar 2024, har sjálv svimjistevnan er 11. – 17. februar 2024. Við fyrivarni fyri møguligum feilum ella komandi broytingum.

Góðu forfólk!
Sum tykkum kunnugt, so hevur tað í eina tíð verið arbeitt fram ímóti at fáa mannað eina íðkaranevnd undir SSF. Inntil víðari hava tað verið Signhild og Pál sum hava sitið í nevndini, men vit fara nú undir at skipa eitt val, so vit fáa eina fullmannaða nevnd.

Starvsnevnd SSF samtykti hóskvøldið hin 19. oktober 2023 at góðkenna Svimjifelagið Hellufoss í Kvívík sum lim í Svimjisambandi Føroya, og hevur Svimjisambandið tí nú 7 virkin feløg.

You must be logged in to post a comment.