Góð úrslit aftur í morgun á NM/NJM 2023

Tey avgreiddu í morgun næsta part av innleiðandi á NM/NJM 2023, og gekk tað bara avbera væl hjá okkara. Fleiri finalupláss varð tað til, umframt ein rúgva av persónligum metum.

Føroyska liðið á NM/NJM 2023. Rúna Jakobsen eigur myndina
  • í 400 blandað fyri junior-kvinnur svam Jóhanna Ólavsdóttir (2007) FS seg víðari til finalu við 5:06.10. Hetta var persónligt met hjá Jóhannu
  • í 1500 frí fyri junior-menn varð Silas Dam Lindberg (2008) HS fyribils nr 4 við 16:32.31 og Fróði Hansen (2008) HS fyribils nr 7 við 16:51.29. Líggjas Joensen (2008) Ægir, Heini Mohr Askham (2006) Ægir og Isak Brisenfeldt (2006) HS bíða til skjótasta riðil í kvøld. Hetta var persónligt met hjá Silasi
  • í 50 rygg fyri para-menn varð Andrias Mellemgaard (2009) HS nr 12 við 42.36. Hetta var stórt persónligt met hjá Andriasi
  • í 50 rygg fyri menn varð Oddvaldur Leivsson (2008) HS nr 26 við 29.44
  • í 200 frí fyri junior-kvinnur varð Róa Trygvadóttir (2008) Ægir nr 20 við 2:08.16 og Lea Petersen (2009) Ægir nr 34 við 2:17.96. Hetta var persónligt met hjá Róu
  • í 50 bringu fyri para-menn varð Andrias Mellemgaard (2009) HS nr 9 við 43.19. Hetta var stórt persónligt met hjá Andriasi
  • í 50 bringu fyri menn svam Bartal E. Eidesgaard (2003) HS seg til eitt pláss sum eykafólk í finaluni við 28.54. Heini Mohr Askham (2006) Ægir varð nr 23 við 30.82. Hetta var stórt persónligt met hjá Bartali, og persónligt met hjá Heina
  • í 50 firvald fyri kvinnur varð Jóhanna Ólavsdóttir (2007) FS nr 21 við 30.50
  • í 100 frí fyri para-menn varð Andrias Mellemgaard (2009) HS nr 16 við 1:23.46
  • í 100 frí fyri menn varð Bartal E. Eidesgaard (2003) HS nr 11 við 50.85. Hetta var persónligt met hjá Bartali.
  • í 100 frí fyri junior-menn varð Líggjas Joensen (2008) Ægir nr 21 við 52.62, Oddvaldur Leivsson (2008) HS nr 30 við 55.97 og Silas Dam Lindberg (2008) HS nr 31 við 56.77. Hetta var stórt persónligt met hjá Silasi, og persónligt met hjá Oddvaldi
  • í 200 firvald fyri junior-menn svam Isak Brisenfeldt (2006) HS seg víðari til finaluna við 2:06.91, og Bárður Ólavsson (2008) FS seg til pláss sum eykafólk í finaluni við 2:14.89. Hetta var stórt persónligt met hjá Bárði
This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.