Strálandi úrslit eisini næsta finalukvøld á NM/NJM 2023

Tað gekk avbera gott hjá føroysku svimjarunum, nú næsta umfar av finalu varð avgreitt á NM/NJM 2023. Líggjas vann bronsu í 1500 frí og Isak bronsu í 200 firvald, umframt at Isak svam seg til gullnál í 1500 frí og nýtt føroyskt juniormet í 200 firvald, og at dreingirnir settu nýtt føroyskt junior-landsliðsmet í 4×100 blandað.

Føroyska liðið á NM/NJM 2023. Rúna Jakcobsen eigur myndina
  • í 400 blandað fyri junior-kvinnur varð Jóhanna Ólavsdóttir (2007) FS nr 7 við 5:06.91 (600 FINA). Hetta var persónligt met hjá henni
  • í 1500 frí fyri junior-menn vann Líggjas Joensen (2008) Ægir bronsu við 15:41.35 (728 FINA), meðan Isak Brisenfeldt (2006) HS varð nr 4 við 15:41.62 (727 FINA) og Heini Mohr Askham (2006) Ægir nr 8 við 16:24.54 (636 FINA). Hetta vóru stór persónlig met hjá Líggjasi og Isaki, umframt at Isak svam seg til gullnál
  • í 50 bringu fyri para-menn varð Andrias Mellemgaard (2009) HS nr 8 við 43.60 (297 FINA)
  • í 50 bringu fyri menn varð Bartal E. Eidesgaard (2003) HS nr 8 við 28.38 (679 FINA). Hetta var stórt persónligt met hjá Bartali.
  • í 200 firvald fyri junior-menn vann Isak Brisenfeldt (2006) HS bronsu við 2:03.62 (645 FINA), meðan Bárður Ólavsson (2008) FS varð nr 8 við 2:14.57 (500 FINA). Hetta vóru persónlig met hjá báðum, og hartil nýtt føroyskt juniormet hjá Isaki.
  • Í 4×100 blandað fyri junior-menn varð føroyska liðið nr 7 við 4:00.82. Hetta var nýtt føroyskt junior-landsliðsmet
This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.