Reglugerð um føroysk met og juniormet

Føroysk met og juniormet kunnu setast í einstaklingakapping og í liðsvimjing, í Føroyum og  uttanlanda, í somu greinum sum World Aquatics viðurkennir til heimsmet, sí World Aquatics Competition Regulations 12:

Á langgeil / í 50 metur hyli

Frísvimjing 50, 100, 200, 400, 800 og 1500 metrar
Ryggsvimjing 50, 100 og 200 metrar
Bringusvimjing 50, 100 og 200 metrar
Firvaldasvimjing 50, 100 og 200 metrar
Blandað svimjing 200 og 400 metrar
Frísvimjing fyri lið 4×100 og 4×200 metrar
Blandað svimjing fyri lið 4×100 metrar
Liðsvimjing fyri mix lið 4×100 metrar frísvimjing og 4 x 100 metrar blandað svimjing

Á stuttgeil / í 25 metur hyli

Frísvimjing 50, 100, 200, 400, 800 og 1500 metrar
Ryggsvimjing 50, 100 og 200 metrar
Bringusvimjing 50, 100 og 200 metrar
Firvaldasvimjing 50, 100 og 200 metrar
Blandað svimjing 100, 200 og 400 metrar
Frísvimjing fyri lið 4×50, 4×100 og 4×200 metrar
Blandað svimjing fyri lið 4×50 og 4×100 metrar
Liðsvimjing fyri mix lið 4×50 metrar frísvimjing og 4×50 metrar blandað svimjing

Liðsvimjingarmet verða skrásett bæði fyri svimjifeløg (íroknað startfelagsskapir) og fyri landslið.

Í liðsvimjing kann fyrsti svimjari seta føroyskt met og/ella juniormet, um tíðin hjá viðkomandi er góðkend sambært reglunum hjá World Aquatics, eisini um eftirfylgjandi liðsvimjing verður kolldømd.

Millumtíðir kunnu góðtakast sum føroysk met og/ella juniormet, um hesar eru tiknar sambært galdandi reglum hjá World Aquatics, og um samlaði teinurin eisini verður gjøgnumførdur sambært hesum reglum.  

Juniormet kunnu setast av svimjarum í juniorbólkunum, og í bólkunum yngri enn junior.

Einans svimjarar við føroyskum svimjitjóðskapi, kunnu seta føroyskt met og/ella juniormet.

Føroysk met og junormet kunnu einans setast í kappingum sum SSF hevur góðkent til hetta. Hesar eru tær í Føroyum sum geva SSF-góðkend úrslit, umframt tær uttanlanda sum SSF áðrenn luttøku er vitandi um og hevur góðkent til endamálið.

Viðkomandi úrslit eiga so vítt gjørligt at hava verið klárað við el-tíð, ella við nýtslu av trimum tíðtakarum. Um brek er í eltíðini, so kann backup-tíðin nýtast. 

Um svimjari ella lið røkkur júst somu tíð sum galdandi met, so verður hetta nýggja úrslitið skrásett eisini, sum úrslit ájavnt við viðkomandi met. 

Tað áliggur svimjifelagnum, hjá tí metsetandi svimjaranum at fráboða nýggj met.

Sum samtykt av starvsnevnd SSF hin 27. mars 2021, og dagførd av starvsnevndini við kunning til aðalfund SSF hin 13. apríl 2024.