FINA góðkent FM á langgeil 2019 sum úttøkustevnu til HM 2019

FINA váttaði nú seinnapartin í skrivi til Svimjisamband Føroya, at FøroyaMeistarastevnan á langgeil 2019 er góðkend av FINA sum úttøkustevna til HM 2019 í Suðurkorea. Harvið kunnu vit nú aftur í ár bjóða svimjarum at royna eftir HM-kravtíð í Føroyum, enntá nú undir eftirliti av okkara egnu altjóða góðkendu dómarum og startarum.

Støðan er longu kunngjørd eisini á listanum hjá FINA yvir úttøkustevnur til hetta HM, sum verður í Gwangju í Suðurkorea hin 12. til 28. juli 2019, við kappsvimjing í svimjihyli hin 21. til 28. juli. Listin er rættiliga langur, tó bara við éinari úttøkustevnu í Danmark, og éinari í Føroyum 🙂

Vit í SSF eru sjálvsagt pávastolt um hendan heiður, nú vit sleppa at lata FM vera eisini úttøkustevna til HM, og enntá kunnu uppfylla treytirnar við egnum dómarum. Ikki so at skilja, at vit ikki kundu funnið uppá at bjóða onkrum útlendingini hendan vegin, sum í fjør; men gott at vita at tað er ikki alneyðugt.

FM á langgeil 2019 verður í Vági hin 26. til 28. apríl 2019.

Vegna SSF

Rókur

Posted in Kapping | Comments Off on FINA góðkent FM á langgeil 2019 sum úttøkustevnu til HM 2019

Fimm føroyingar á FINA lista #20

Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú almannakunngjørt FINA lista nummar 20 yvir altjóða dómarar í kappsvimjing, har vit eisini finna 3 føroyskar yvirdómarar og 2 føroyskar startarar. Harvið kunnu vit nú sjálvi fyriskipa FINA góðkendar úttøkustevnur til dømis til HM og OL, uttan at neyðturviliga skula biðja um útlendska hjálp.

Continue reading

Posted in Felagsskapur, Kapping, Útbúgving | Comments Off on Fimm føroyingar á FINA lista #20

Úrslit frá FLOT-stevnuni 26. januar 2019

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Tofta skúla hin 26. januar 2019, sum Svimjifelagið FLOT skipaði fyri. Orsaka seinkingina.

flot-stevna-jan-2019-urslit.html

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úrslit frá FLOT-stevnuni 26. januar 2019

Innbjóðing til SMS Open í Tórshavn hin 9. og 10. februar 2019

Her er innbjóðing til “SMS Open” í Svimjihøllini í Gundadali hin 9. og 10. februar 2019, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hendan stevna er triðja úttøkustevna av fýra, til Oyggjaleikir 2019.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til SMS Open í Tórshavn hin 9. og 10. februar 2019

Startlisti til FLOT-stevnuna 26. januar 2019

Her er startlistin til svimjistevnuna sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihøllini á Toftum, nú leygardagin hin 26. januar 2019.

flot-stevna-jan-2019-startlisti.html

Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Startlisti til FLOT-stevnuna 26. januar 2019

Kravtíðir til NMU 2019

Her er kravtíðarskipanin til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2019, sum verður í Vejle í Danmark hin 13. og 14. juli 2019.

Kravtíðarskipan í pdf-sniði: ssf-nmu2019-kravtidir.pdf

Image courtesy of Masz / Wikimedia Commons

Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Kravtíðir til NMU 2019