Innbjóðing til Atlantic Open 2019

Broyting 18/3-19: Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at vilja loyva eisini svimjarum uttan talentnál at luttaka á Atlantic Open 2019. Hesi kunnu tó í mesta lagi melda til 3 kappingar, á teinunum frá 50m til 200m.

Her er innbjóðing til Atlantic Open 2019 í Svimjihøllini í Gundadali hin 29. til 31. mars 2019, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri, og sum er avgerandi fyri úttøku til Oyggjaleikir 2019.

Upphiting á FM/JM 2010

Gevið gætur at har er kravtíð sum til FM, tó her talentnál heldur enn bronsunál. Ætlanin er upp á sikt at gera hesa stevnu til eina veruliga, altjóða stevnu, har hon í ár tó fyrst og fremst er oyggjaleikaúttøkustevna.

Góða eydnu til tykkum øll

Rókur

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til Atlantic Open 2019

Væleydnað SSF ráðstevna í Vági

Á breddanum var, umframt kalendarin, serliga tátturin “hvussu uppbyggja vit góða mentan í føroyskari svimjing”, undir leiðslu av psykoterapeutinum Dorthe Gyldenkærne, og hugarok til at loysa trupulleikan við manningatroti í nevndum og á svimjistevnum.

Continue reading →

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Væleydnað SSF ráðstevna í Vági

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2019

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum fríggjakvøldið hin 12. apríl 2019 frá kl 18:30.

adalfundur-ssf

Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya.

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2019

Innbjóðing til SuSvim-stevnu á Tvøroyri 16. mars 2019

Her er innbjóðing til “Suðuroyar Sparikassa stevnu” í svimjihylinum á Tvøroyri, leygardagin hin 16. mars 2019, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1, 2 og 3.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til SuSvim-stevnu á Tvøroyri 16. mars 2019

Úrslit frá Reysta-stevnuni 2. mars 2019

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í svimjihøllini í Leirvík í dag, leygardagin hin 2. mars 2019, sum svimjifelagið Reysti skipaði fyri. Hetta var kapping fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1, 2 og 3.

Úrslit í html-sniði: reysti-mars-2019-urslit.html

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá Reysta-stevnuni 2. mars 2019

LEN og ILSE í samstarv um svimjiførleikaátak

Forsetarnir báðir í evropeiska svimjisambandinum LEN og evropeiska lívbjargingarsambandinum ILSE hava undirskrivað eina felagslýsing (eitt “memorandum of understanding”), at í felag vilja virka fyri at betra um svimjiførleikan í Evropa, til á tann hátt at minka um talið av druknivanlukkum.

Sambært WHO drukna 27000 fólk árliga í Evropa, ella 3 um tíman, harav flestu eru børn millum 3 og 12 ár. LEN sjósetti tí í 2017 átakið “Getting Europe Swimming Safely”, seinni kallað “Learning to Swim, Prevent Drowning”, sum ILSE nú eisini formliga stuðlar.

Fyri okkum føroyingar er hetta serliga viðkomandi, tí at vit longu tá í 2017 bjóðaðu okkum fram sum pilotland, og tí sum eitt av fýra pilotlondum eru við í arbeiðsbólkinum. Til nú hevur tað verið mest fyrireikandi ráðlegging, men hendir vónandi okkurt spennandi nú innan alt ov leingi.

Lesið tíðindini her hjá LEN og her hjá ILSE

Posted in Lívbjarging | Comments Off on LEN og ILSE í samstarv um svimjiførleikaátak