Úrslit frá Atlantic Open 2019

Her eru úrslitini frá Atlantic Open 2019, sum var í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjadagin til sunnudagin hin 29. til 31. mars 2019. Sí eisini livetiming.se og swimrankings.net Tilsamans vóru tey eini 102 einstaklingar og 54 lið úr okkara 6 feløgum sum kappaðust 625 ferðir í 40 kappingum, hesar dagarnar í Havn. Continue reading →
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úrslit frá Atlantic Open 2019

SSF til Bergen Swim Festival 2019

Føroyska svimjilandsliðið fór tíðliga í morgun við beinleiðis flúgvara hjá Atlantic Airways til Bergens, har tey nú fríggjadagin til sunnudagin hin 5. til 7. apríl skulu luttaka á Bergen Swim Festival 2019.

SSF til Bergen Swim Festival 2019. Anita R. Nysted eigur myndina

Continue reading →
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on SSF til Bergen Swim Festival 2019

Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum 6. apríl 2019

Her er innbjóðing til svimjistevnu í svimjihylinum á Argjum, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 2 og 3.

Innbjóðing í pdf-sniði: hs-argjastevna-apr-2019-innbjoding.pdf

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum 6. apríl 2019

SuSvim-dreingir tvær ferðir føroyskt juniormet í 4×50 blandað

SuSvim-dreingir settu í dag tvær ferðir føroyskt met í 4×50 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á Atlantic Open 2019 svumu teinin uppá tilsamans fyrst 1:54.13 í innleiðandi riðli, og síðani 1:52.64 í finaluni. Í innleiðandi vóru teir Rúni Bech, Rani Jacobsen, Rói Bech og Bartal Debess, og í finaluni vóru teir Hugin Næs Lave, Rani Jacobsen, Rói Bech og Bartal Debess.

Posted in Óbólkað | Comments Off on SuSvim-dreingir tvær ferðir føroyskt juniormet í 4×50 blandað

Rókur 23.14 og føroyskt met í 50 frí

Rókur Trygvason úr Ægir setti í dag nýtt føroyskt met í 50 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hann í finaluni á Atlantic Open 2019 svam teinin uppá 23.14 sekund. Pál Joensen átti metið á 23.19, frá tá ið hann vann gull á Oyggjaleikum á Álandi í 2009.

Posted in Óbólkað | Comments Off on Rókur 23.14 og føroyskt met í 50 frí

Vár 8:46.64 og føroyskt met í 800 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt met í 800 metra frísvimjing, tá ið hon á Atlantic Open 2019 svam teinin uppá 8:46.64. Hon átti sjálv føroyska metið á 8:50.79, frá FM á stuttgeil í 2017.

Posted in Óbólkað | Comments Off on Vár 8:46.64 og føroyskt met í 800 frí