Author Archives: rokur
Góður triði morgun á NM/NJM 2023
Tey avgreiddu triðja og síðsta umfar av innleiðandi riðlum í morgun, og gekk tað aftur heilt væl hjá okkara. Líggjas og Isak svumu seg víðari til finalu, og svam hópurin sum heild seg til eina rúgva av persónligum metum.
Strálandi úrslit eisini næsta finalukvøld á NM/NJM 2023
Tað gekk avbera gott hjá føroysku svimjarunum, nú næsta umfar av finalu varð avgreitt á NM/NJM 2023. Líggjas vann bronsu í 1500 frí og Isak bronsu í 200 firvald, umframt at Isak svam seg til gullnál í 1500 frí og … Continue reading
Góð úrslit aftur í morgun á NM/NJM 2023
Tey avgreiddu í morgun næsta part av innleiðandi á NM/NJM 2023, og gekk tað bara avbera væl hjá okkara. Fleiri finalupláss varð tað til, umframt ein rúgva av persónligum metum.
Sera góð úrslit eisini fyrsta finalukvøld á NM/NJM 2023
Aftur í kvøld gekk tað væl hjá teimum føroysku svimjarum sum høvdu kvalifiserað seg til fyrsta finalukvøld á NM/NJM 2023 í Tartu í Estlandi. Bartal setti føroyskt met í 100 bringu, Líggjas vann sær gullnál í 400 frí, Isak var … Continue reading
Góð úrslit fyrsta morgun á NM/NJM 2023
Tey avgreiddu í morgun fyrsta stevnupart á NM/NJM 2023 í Tartu í Estlandi, og gekk tað bara heilt gott hjá okkara svimjarum. Nøkur finalupláss varð tað til, og hartil ein rúgva av persónligum metum.
Liðið framkomið til Estlands
Tað var egentliga í gjár, og hava tey so havt dagin í dag til at royna hylin osfr. Í morgin ári byrjar kappingin. Við í hópinum er eisini umboð fyri Parasport Føroyar. Innbjóðing við tíðarætlan osfr Startlistar og úrslit Stroyming … Continue reading








