Author Archives: rokur
Startlisti til SMS Jólasprint 2023
Nú seinnapartin skipar Havnar Svimjifelag fyri svimjistevnuni SMS Jólasprint 2023, í Svimjihøllini í Gundadali. Tey kappast frá kl 13 í dag, og fer tað at bera til at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.se. Luttakaralistarnir síggjast her
Innbjóðing til SMS Jólasprint 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnuna “SMS Jólasprint 2023”, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 16. desember 2023.
Úrslit frá FS-stevnuni 2. desember 2023
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri í svimjihylinum í Fuglafirði, nú leygardagin hin 2. desember. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
OK síðsta kvøld á NM/NJM 2023
Føroyingarnir vóru ikki so nógvir í finalu í dag, men gekk tað OK hjá teimum sum vóru. Dreingirnir settu flott junior-landsliðsmet í 4×100 frí.
Góður triði morgun á NM/NJM 2023
Tey avgreiddu triðja og síðsta umfar av innleiðandi riðlum í morgun, og gekk tað aftur heilt væl hjá okkara. Líggjas og Isak svumu seg víðari til finalu, og svam hópurin sum heild seg til eina rúgva av persónligum metum.
Strálandi úrslit eisini næsta finalukvøld á NM/NJM 2023
Tað gekk avbera gott hjá føroysku svimjarunum, nú næsta umfar av finalu varð avgreitt á NM/NJM 2023. Líggjas vann bronsu í 1500 frí og Isak bronsu í 200 firvald, umframt at Isak svam seg til gullnál í 1500 frí og … Continue reading








