Bartal 53.07 í 100 frí á EJM 2021

Bartal Erlingsson Eidesgaard svam í morgun sína fyrstu kapping á Evropeisku Juniormeistarastevnuni í Róm, sum var 100 metra frísvimjing. Og tað gekk heilt væl – hann setti persónligt met við tíðini 53.07 sekund, har hansara besta tíð til nú var 54.02 sekund frá FM í Vági í fjør. Sí úrslitalistan her

Bartal Erlingsson Eidesgaard

Tíðin rakk til eitt 65. pláss millum teir 85 luttakandi, har hansara styrkismeting áðrenn kappingina var at verða nr 80 av 95. Altso nøkur pláss uppeftir, eisini hóast teir vóru færri sum luttóku enn upprunaliga tilmeldað.

Bartal í Róm, Panagiotis Christou eigur myndina

Bartal er nú hin næstskjótasti føroyski svimjarin nakrantíð í hesari greinini, aftanfyri bara Magnus Jákupsson. Áðrenn í morgun var hann hin 7. skjótasti, men fór hann nú upp um Óla Mortensen, Alva Hjelm, Heðin L. Olsen, Pál Joensen og Rók Trygvason.

Posted in Kapping | Tagged , | Comments Off on Bartal 53.07 í 100 frí á EJM 2021

Luttakaralistar til NMU 2021

Nú nærkast til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2021, har eisini tveir føroyskir svimjarar fara at luttaka. Fyriskipararnir í Litava hava júst sent okkum hetta leinki til luttakaralistarnar, sum benda á eina rættiliga sterka kapping, sum tær báðar Lea og Jóhanna fáa í Klaipeda.

Photo courtesy of Mantas Volungevicius, CC BY 2.0
Continue reading
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Luttakaralistar til NMU 2021

Luttakaralistar til FML & JML 2021

Her eru luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna í kappsviming á Langgeil 2021, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági hin 9. til 11. juli 2021, nú sum partur av eisini Føroyaleikum 2021.

Beinta og Ásbjørg dystast um gullið á FM 2016
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Luttakaralistar til FML & JML 2021

So nærkast EJM 2021 í Róm

Evropeiska svimjisambandið LEN skipar nú hin 6. til 11. juli 2021 fyri Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil 2021, í samstarvi við italska svimjisambandið FIN, í Róm í Italia. Fyri Føroyar luttaka Elisabeth Erlendsdóttir og Bartal Erlingsson Eidesgaard, bæði úr Havnar Svimjifelag.

Bartal, Panos og Elisabeth í Svimjihøllini í Gundadali
Continue reading
Posted in Kapping | Tagged , , | Comments Off on So nærkast EJM 2021 í Róm

Úttøka til NMU 2021 í Klaipėda, Litava

Svimjisambandið hevur givið fylgjandi svimjarum tilboð um úttøku til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2021, sum verður í Klaipėda í Litava hin 10. og 11. juli 2021:

  • Lea Osberg Højsted (2008, Ægir)
  • Róa Trygvadóttir (2008, Ægir)
  • Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS)
  • Heini M. Askham (2006, Ægir)

Aftaná fund við foreldrini um møguligar avbjóðingar av korona og so framvegis, hava Lea og Jóhanna valt at takka ja, meðan Róa og Heini heldur fara til FM/JM og Føroyaleikir.

Ferðaleiðarar verða eitt foreldur hjá hvørjum svimjara, meðan venjarin verður nýggi landsliðsvenjarin, Kristian Martin Joensen.

Landsliðið fer úr Føroyum fríggjadagin hin 9. juli, og er aftur mánadagin hin 12. juli.

Við fyrivarni fyri støðuni við korona, sjálvsagt.

Image by drakonas from Pixabay
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úttøka til NMU 2021 í Klaipėda, Litava

Úttøkuskipan til HM á stuttgeil 2021 í Abu Dhabi

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi HeimsMeistarastevnu á stuttgeil, sum verður í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum, frá 16. til 21. desember 2021. Sjálvsagt við fyrivarni fyri støðuni við korona.

Image by Jörg Peter from Pixabay
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úttøkuskipan til HM á stuttgeil 2021 í Abu Dhabi