Tempus.fo í luftina

So er nýggja stevnuskipanin hjá føroysku svimjingini sett upp og klár at nýta, sum vit fara at brúka til at lýsa við svimjistevnum, savna inn tilmeldingar og úrslit, og til at draga samanum við hagtølum og styrkislistum.

open.tempus.fo

Skipanin er í trimum pørtum:

Hon byggir víðari á tað sum vit longu hava við stevnuforritinum WinGrodan, sum eisini framyvir fer at verða nýtt til uppseting og avgreiðslu av stevnum; har luttakandi feløg so fara inn í Tempus at melda til, við møguleika at sláa upp gomul úrslit.

Eftir ætlan skal HS Open hin 11. og 12. september verða fyrsta roynd av skipanini. Vit gleða okkum til at tað nú vónandi verður lættari hjá bæði fyriskiparum og luttakarum á føroyskum svimjistevnum.

Við svimjikvøðu

Ólavur og Rókur

This entry was posted in Felagsskapur, Kapping. Bookmark the permalink.