Svimjisambandið stroymar aftur í ár frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil, sum er í Páls Høll í Vági nú hin 9. til 11. juli 2021, og sum kunnugt er partur av eisini Føroyaleikum 2021.
Bartal Erlingsson Eidesgaard royndi seg í morgun í 50 metra bringusvimjing á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni 2021, og svam tá hendan teinin uppá 30.49 sekund, har besta tíð hjá honum til nú var 30.68 sekund frá Føroysku Meistarstevnuni í fjør. Sí úrslitalistan her
Nú fríggjamorgunin fer føroyska NMU-landsliðið úr Vágum umvegis Keypmannahavn og Palanga til Klaipeda í Litava, har Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2021 verður fyriskipað leygardag og sunnudag.
Jóhanna, Kristian Martin og Lea í Klaksvíkar Svimjihøll í dagRead more
Elisabeth Erlendsdóttir royndi seg í morgun í sínari fyrstu kapping á Evropeisku Juniormeistarstevnuni í Róm, í 100 metra ryggsvimjing. Tað gekk upp á stás – hon setti persónligt met við tíðini 1:04.67, har hennara besta tíð til nú var 1:05.60 frá OL-úttøkustevnuni SuSvim Open í apríl mánaða. Sí úrslitalistan her
Elisabeth Erlendsdóttir
Elisabeth reyk upp eftir úrslitalistanum við hesi tíðini, til eitt 22. pláss av 51 luttakandi, har hennara upprunaliga styrkismeting var at verða nr 42 av 51 luttakandi. Sekstan sluppu víðari til hálvfinalurnar, so har manglaði lítið í.
Elisabeth í Róm, Panagiotis Christou eigur myndina
Elisabeth var longu áðrenn hetta hin næstskjótasta føroyska nakrantíð í hesari greinini, men hevur nú neyðturviliga minkað nógv um munin fram til Signhild Joensen á fyrstaplássi.
Posted inÓbólkað|Comments Off on Elisabeth 1:04.67 í 100 rygg á EJM 2021
Bartal Erlingsson Eidesgaard svam í morgun sína fyrstu kapping á Evropeisku Juniormeistarastevnuni í Róm, sum var 100 metra frísvimjing. Og tað gekk heilt væl – hann setti persónligt met við tíðini 53.07 sekund, har hansara besta tíð til nú var 54.02 sekund frá FM í Vági í fjør. Sí úrslitalistan her
Bartal Erlingsson Eidesgaard
Tíðin rakk til eitt 65. pláss millum teir 85 luttakandi, har hansara styrkismeting áðrenn kappingina var at verða nr 80 av 95. Altso nøkur pláss uppeftir, eisini hóast teir vóru færri sum luttóku enn upprunaliga tilmeldað.
Bartal í Róm, Panagiotis Christou eigur myndina
Bartal er nú hin næstskjótasti føroyski svimjarin nakrantíð í hesari greinini, aftanfyri bara Magnus Jákupsson. Áðrenn í morgun var hann hin 7. skjótasti, men fór hann nú upp um Óla Mortensen, Alva Hjelm, Heðin L. Olsen, Pál Joensen og Rók Trygvason.
Nú nærkast til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2021, har eisini tveir føroyskir svimjarar fara at luttaka. Fyriskipararnir í Litava hava júst sent okkum hetta leinki til luttakaralistarnar, sum benda á eina rættiliga sterka kapping, sum tær báðar Lea og Jóhanna fáa í Klaipeda.
You must be logged in to post a comment.