Sum upplisið við endan av “HS Open” í dag, so hevur nýggi landsliðsvenjari SSF tikið út fylgjandi 20 svimjarar til fyrstu SSF venjingarlegu í svimjiárinum 2021-2022, sum verður í Klaksvík longu næsta vikuskifti, hin 17. og 18. september 2021.

Sum upplisið við endan av “HS Open” í dag, so hevur nýggi landsliðsvenjari SSF tikið út fylgjandi 20 svimjarar til fyrstu SSF venjingarlegu í svimjiárinum 2021-2022, sum verður í Klaksvík longu næsta vikuskifti, hin 17. og 18. september 2021.

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin og sunnudagin 11. og 12. september 2021.
Úrslitini síggjast eisini her í nýggju úrslitaskipanini hjá okkum, open.tempus.fo, umframt her á livetiming.se

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi Norðurlendsku Meistarastevnu og JuniorMeistarastevnu, sum verður í Upplands Väsby í Svøríki frá 3. til 5. desember 2021.
Við fyrivarni fyri villum, og fyri misskiljingum í mun til treytirnar frá verti og/ella NSF

Her eru startlistarnir til svimjistevnuna “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin og sunnudagin hin 11. og 12. september 2021. Hetta er fyrsta svimjistevna í svimjiárinum 2021-2022.
Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se

Góðu tit øll,
Starvsnevnd og svimjinevnd SSF hava avgjørt at vilja býta um uppá dagfestingarnar fyri ætlaðu Aldursbólkameistarastevnu og Føroyameistarastevnu á stuttgeil í vetur, soleiðis at Føroyameistarastevnan á stuttgeil 2021 nú verður heldur hin 12. til 14. november 2021, og Aldursbólkastevnan á stuttgeil 2021 síðani í vikuskiftinum hin 10. til 12. desember.

So er nýggja stevnuskipanin hjá føroysku svimjingini sett upp og klár at nýta, sum vit fara at brúka til at lýsa við svimjistevnum, savna inn tilmeldingar og úrslit, og til at draga samanum við hagtølum og styrkislistum.

You must be logged in to post a comment.