Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í svimjihylinum á Argjum, leygardagin hin 30. apríl 2022. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í svimjihylinum á Argjum, leygardagin hin 30. apríl 2022. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2022 (ABMS 2022), sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll hin 14. og 15. mai 2022.

Svimjisamband Føroya hevði í dag hin 9. apríl 2022 sín árliga aðalfund, á Panorama á Hotel Hafnia í Havn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini ein rúgva av innkomnum málum frá starvsnevndini, og val av formanni og tveimum nevndarlimum.

Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya hava í dag endurnýggjað stuðulsavtaluna sínámillum, so at Atlantic framhaldandi er høvuðsstuðul SSF. Hetta hendi har vesturi á flogvøllinum í Vágum, í sambandi við at føroyska svimjilandsliðið kom heim av væleydnaðari ferð til Noregs, har tey hava luttikið á altjóða stevnuni Bergen Swim Festival 2022.

Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag megnaði nú í kvøld at svimja seg til bronsuheiðursmerki á Bergen Swim Festival 2022, tá ið hon í A-finaluni í 200 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 2:21.07. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 2:19.88 frá Edinburgh International Swim Meet í mars mánaða.


Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “SuSvim Open Apríl 2022” sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 2. og sunnudagin 3. apríl 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se

You must be logged in to post a comment.