Úrslit frá Atlantic Open 2022

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Atlantic Open 2022, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági, nú 23. til 25. apríl 2022. Úrslitini finnast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net

Hagtøl

Tilsamans vóru tey 57 íðkarar úr 5 feløgum sum kappaðust hesar 3 dagarnar í Páls Høll í Vági, har tey svumu seg til 456 úrslit sum einstaklingar og 26 úrslit sum lið, í 36 kappingum.

Føroyskt met

SuSvim setti føroyskt met í 4×100 blandað fyri mix-lið, við tíðini 4:25.50 har metið frá FM/JM og Føroyaleikum í fjør var 4:29.30

Føroysk juniormet

Ægir setti føroyskt juniormet í 4×100 frí fyri mix-lið, við tíðini 4:10.64 har metið frá Atlantic Open í fjør var 4:14.26

Ægir setti føroyskt juniormet í 4×100 frí fyri mix-lið, við tíðini 4:02.38 har metið frá innleiðandi riðlunum var 4:10.64

Ægir setti føroyskt juniormet í 4×100 blandað fyri mix-lið, við tíðini 4:30.95 har metið frá FM/JM og Føroyaleikum í fjør var 4:49.30

Hægstu FINA-stig

Alisa Vestergård (2003) úr Suðuroyar Svimjifelag hevði besta avrik á hesum stevnu, tá ið hon í 100 frí svam seg til 1:00.04 og 638 FINA-stig.

Heini M. Askham (2006) úr Ægir hevði besta avrik hjá monnum, tá ið hann í 400 frí svam seg til 4:21.32 og 597 FINA-stig.

Heiðursmerkjabýtið millum feløg

FelagGullSilvurBronsa
SuSvim1888
Ægir11157
FS557
HS126
FLOT
This entry was posted in Kapping and tagged . Bookmark the permalink.