Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Atlantic Open 2022, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági, nú 23. til 25. apríl 2022. Úrslitini finnast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Atlantic Open 2022, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági, nú 23. til 25. apríl 2022. Úrslitini finnast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net

Ægir betraði í kvøld aftur nógv um føroyska juniormetið í 4×100 metra frísvimjing fyri mix-lið, tá ið tey í finaluni á Atlantic Open 2022 svumu seg til silvur við tíðini 4:02.38. Metið var 4:10.64 hjá Ægir frá innleiðandi riðlunum í morgun, sum tá var stór betring í mun til 4:14.26 frá hesi somu stevnu í fjør. Sí úrslitalistan her
Tey sum svumu fyri Ægir í kvøld, vóru:

Ægir settu fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt juniormet í 4×100 frísvimjing fyri mix-lið, tá ið tey í innleiðandi riðlunum á Atlantic Open 2022 í Páls Høll svumu seg til úrslitið 4:10.64. Ægir áttu eisini nú farna juniormetið, á 4:14.26 frá Atlantic Open í fjør. Sí úrslitalistan her
Tey fýra sum svumu hetta juniormetið, vóru:

Her er stroyming frá Atlantic Open 2022, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági nú 23. til 25. apríl 2022. Beinleiðis úrslit síggjast eisini her á livetiming.se
Stevnupartarnir eru
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti í morgun flott føroyskt met, tá hon á ungarsku meistarastevnuni í Debrecen svam 800m frí við tíðini 9:06.88. Gamla metið, sum Vár sjálv átti, var 9:08.50 frá Bergen Swim Festival í apríl 2019.
Vár hevur síðan byrjanina av februar verið í Budapest í Ungarn, har hon venur við felagnum BVSC.

Her eru startlistarnir til Atlantic Open 2022, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri saman við Suðuroyar Svimjifelag í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 23. apríl til mánadagin 25. apríl 2022. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se

You must be logged in to post a comment.