Ægir 4:30.95 og føroyskt juniormet í 4×100 blandað fyri mix-lið

Liðsvimjingin hjá Ægir setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet, tá ið tey á Atlantic Open 2022 svumu seg til úrslitið 4:30.95 í 4×100 blandað fyri mix-lið, har metið hjá Ægir frá FM/JM og Føroyaleikum í fjør var 4:49.30.

Tey sum svumu fyri Ægir, vóru:

  • Líggjas Joensen rygg (1:07.43)
  • Lea Osberg Højsted bringu (1:17.19)
  • Jonna Joensen firvald (1:09.47)
  • Heini M. Askham crawl (56.86)
Jonna, Líggjas, Heini og Lea juniormet í 4×100 blandað fyri mix-lið á Atlantic Open 2022
This entry was posted in Kapping and tagged . Bookmark the permalink.