Á aðalfundi SSF hin 23. mars 2023 varð samtykt at seta í verk viðfestu reglugerð fyri íðkaranevnd, við tilhoyrandi broyting í lóg SSF. Hartil varð samtykt at svimjinevnd SSF framyvir skal góðkenna heldur enn útnevna yvirdómarar.

Vegna SSF
Rókur
Á aðalfundi SSF hin 23. mars 2023 varð samtykt at seta í verk viðfestu reglugerð fyri íðkaranevnd, við tilhoyrandi broyting í lóg SSF. Hartil varð samtykt at svimjinevnd SSF framyvir skal góðkenna heldur enn útnevna yvirdómarar.

Vegna SSF
Rókur
Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag svam seg fyri løtu síðani til gullnál, tá ið hon í C-finaluni í 50 metra ryggsvimjing svam seg til úrslitið 29.94 sekund, har gullnálatíðin er 29.96 sekund. Persónliga metið hjá Elisabeth var 30.09 áðrenn hetta, frá Edinburgh International Swim Meet í mars í fjør.

Lea Osberg Højsted (2007) úr Ægir setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í C-finaluni á Danish Open 2023 svam seg til úrslitið 34.01 sekund. Hon átti sjálv føroyska metið og juniormetið á 34.31, frá Reykjavík International Games í januar mánaða. Sí úrslitalistan á Swimify

Her eru úrslitini frá svimistevnuni sum Svimjifelagið Reysti skipaði fyri í svimjihøllini í Leirvík, nú leygardagin hin 25. mars 2023. Hetta var svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 3, tilsamans vóru tey eini 128 sum kappaðust í Leirvík í dag.

Svimjisamband Føroya hevði í kvøld hin 23. mars 2023 sín árliga aðalfund, á Panorama á Hotel Hafnia í Havn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini ein røð av innkomnum málum frá starvsnevndini, og val av næstformanni, skrivara og tiltakslimi.

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni HS Open, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 18. og sunnudagin 19. mars 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á swimrankings.net og her á tempus.fo

You must be logged in to post a comment.