Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til Akranesleikar 2023, sum verður á Akranesi í Íslandi hin 2. til 4. juni 2023.

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til Akranesleikar 2023, sum verður á Akranesi í Íslandi hin 2. til 4. juni 2023.

Starvsnevnd SSF hevur í kvøld samtykt viðfestu tillaging av úttøkuskipanini til EJM 2023, sum verður í Beograd í Serbia hin 4. til 9. juli 2023.
Broytingin er at aldursbólkurin nú eitur svimjarar føddir 2005-2007, heldur enn gentur føddar 2006-2007 og dreingir føddir 2005-2006.

Her eru luttakaralistar til svimjistevnuna sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 22. apríl 2023. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 4. Innbjóðingin sæst her

Starvsnevnd SSF og landsliðsvenjarin hava á fundi í kvøld samtykt at vilja taka út hesar svimjarar til Oyggjaleikir 2023:
Hetta eru tey sjey sum hava klárað kravtíð til hesar Oyggjaleikir, umframt fýra afturat grundað primært á hægstu FINA-stig klárað á stuttgeil í kravtíðarskeiðnum.

Ægir (2006) setti á Atlantic Open 2023 stevnuni í kvøld føroyskt juniormet í 4×100 blandað fyri mix-lið, við at svimja 4:16.07 har metið hjá Ægir frá FM á stuttgeil í 2022 var 4:16.83. Tey sum svumu fyri Ægir, vóru Líggjas Joensen (1:02.94 í 100 rygg), Lea O. Højsted (1:14.01 í 100 bringu), Jonna Joensen (1:05.81 í 100 firvald) og Heini M. Askham (53.31 í 100 frí). Sí úrslitalistan her

So eru síðstu kappingar avgreiddar á Atlantic Open 2023, sum var ein jalig kappingum við nógvum góðum tíðum og persónligum betringum, umframt nøkur met og onkrar kravtíðir eisini. Úrslitini síggjast her á Swimify, her á livetiming.se, og her á SwimRankings, umframt í viðfestu fílu

You must be logged in to post a comment.