Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at vilja gera fylgjandi broytingar í kalendara SSF fyri 2024:
- FML/JML 2024 verður (á langgeil) í Vági hin 10. til 12. mai 2024
- Atlantic Open 2024 verður á stuttgeil í Havn hin 28. til 30. juni 2024

Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at vilja gera fylgjandi broytingar í kalendara SSF fyri 2024:

Tíverri verður Vár Eidesgaard ikki at síggja á stevnum fyri SSF í summar, og hevur starvsnevndin tí endurskoðað úttøkuna til Oyggjaleikir, HM og EM U23, sum Vár annars var úttikin til.

Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa hetta vikuskiftið fyri árligu FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2023, í Páls Høll í Vági. Stevnan byrjar nú við innleiðandi riðlum og juniormeistarastevnu nú fríggjamorgunin kl 09:30, og fyrstu FM-finalur eru so aftur frá kl 17:00.
Startlistar síggjast her á Swimify og her á LiveTiming, har eisini úrslitini fara at kunna síggjast so hvørt sum svomið verður.
Vit ætla at stroyma eisini, á YouTube-rásini hjá SSF

Her eru luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á Langgeil 2023, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági, fríggjadagin 16. til sunnudagin 18. juni 2023.
Listarnir finnast eisini á LiveTiming.se og Swimify.com

Hetta vikuskiftið eru 15 ungir svimjarar úr Føroyum í Íslandi, har tey fara at kappast á Sumarmót Íslands 2023. Støðan hevur vegna verkfall verið eitt sindur óviss vegna, men eru tey nú klár til um eina løtu at fara at byrja stevnuna í Laugardalslaug í Reykjavík, heldur enn sum upprunaliga ætlað í Ásvallalaug í Hafnarfirði.
Startlistarnir síggjast her. Har verður ikki stroymað frá hesari stevnuni

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða einum hópi av svimjarum til Sumarmót Íslands í Hafnarfirði 10. og 11. juni 2023, harav hesi 15 hava takkað ja:
Við teimum fara Rúni Gaardbo og Malena Hansen sum venjarar, Rúna Jacobsen sum venjari/leiðari, og Johan Martin Thorsteinsson sum ferðaleiðari.

You must be logged in to post a comment.