Eingin úttøka til EJM 2023

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at ikki taka nakran hóp út til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna 2023, sum verður í Beograd í Serbia hin 4. til 9. juli 2023.

Hetta serliga vegna samanfall við Oyggjaleikir 2023, hartil hópurin fer úr Føroyum til Guernsey hin 6. juli 2023.

Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr HS hevði klárað kravtíð, men fekk boð um at velja ímillum Oyggjaleikir og EJM, tá ið vit síðst í apríl vórðu noydd at avgera hópin til Oyggjaleikir 2023.

Image courtesy of Vitriden/Wikimedia Commons
Posted in Kapping | Comments Off on Eingin úttøka til EJM 2023

Úrslit frá SuSvim Open 20. og 21. mai 2023

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “SuSvim Open Mai 2023”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 20. og sunnudagin 21. mai 2023. Sí eisini livetiming.se, swimify.com og swimrankings.net

Continue reading
Posted in Óbólkað | Comments Off on Úrslit frá SuSvim Open 20. og 21. mai 2023

Isak 2:10.86 og juniormet í 200 firvald

Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hann á SuSvim Open í Páls Høll í Vági svam seg til úrslitið 2:10.86. Sí úrslitalistan her

Isak juniormet í 200 firvald. Jákup í Jákupsstovu eigur myndina
Continue reading
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Isak 2:10.86 og juniormet í 200 firvald

Úttøkuskipan til Sumarmót Íslands 2023

Her er úttøkuskipanin til Sumarmót Íslands 2023, sum verður í Hafnarfirði í Íslandi hin 10. og 11. juni 2023.

Høllin í Hafnarfirði
Posted in Kapping | Comments Off on Úttøkuskipan til Sumarmót Íslands 2023

Innbjóðing til FM og JM á langgeil 2023

Her er innbjóðingin til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á langgeil 2023, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági hin 16. til 18. juni 2023. Tilmeldingin fer fram á data.tempus.fo

Vegna SSF

Rókur

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til FM og JM á langgeil 2023

Akranesleikar 2023 verður í staðin Sumarmót Íslands 2023

Vegna avbjóðingar við at fáa fatur á neyðugu flogferðum til Akranesleikar 2023, hevur starvsnevnd SSF valt at broyta hesa ætlan, til heldur at vilja luttaka við einum hópi á Sumarmót Íslands í Hafnarfirði hin 10. og 11. juni 2023. Flogferðir eru keyptar til ein hóp á umleið 15 svimjarar og 3 venjarar/leiðarar, og kanna vit okkum nú uppihald eisini.

Høllin í Hafnarfirði
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Akranesleikar 2023 verður í staðin Sumarmót Íslands 2023