Góðkent triðja kvøld á Oyggjaleikum 2023

Væl vitandi, at vit plaga at vera pressaði triðja dag á Oyggjaleikum, so kláraðu okkara svimjarar seg faktiskt framúr, við flottum persónligum metum og 6 heiðursmerkjum afturat til rúgvuna á nú 3 gull, 8 silvur og 7 bronsur tilsamans.

  • Kvinnur 400 frí – Eyðrið Mortensen (2003, HS) 4:20.41 og silvur. Besta tíð hjá henni áðrenn í dag, var 4:26.24 frá Atlantic Open í 2019
  • Menn 100 bringu – Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 51.09 og bronsu. Besta tíð hjá honum áðrenn í dag, var 51.52 frá HMS 2021
  • Kvinnur 50 frí – Alisa Vestergård (2003, SuSvim) 26.70 og bronsu. Besta tíð hjá henni yvirhøvur, er 26.46 frá Ægir Open í februar
  • Kvinnur 200 rygg – Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) 2:12.38 og gull. Besta tíð hjá henni áðrenn í dag, var 2:14.17 frá Swedish Swim Games í 2021
  • Menn 800 frí – Líggjas Joensen (2008, Ægir) 8:17.63 og silvur, Heini M. Askham (2006, Ægir) 8:21.19 og bronsu. Besta tíð hjá Líggjasi áðrenn hetta, var 8:19.16 frá Atlantic Open í apríl, og hjá Heina 8:33.53 frá Ægir Open í februar
  • Kvinnur 4×100 frí – Føroyar 3:54.63 og nr 4. Føroyska landsliðsmetið er 3:51.66, frá Oyggjaleikum á Gotlandi í 2017
  • Menn 4×100 blandað – Føroyar 3:50.11 og nr 4. Føroyska landsliðsmetið er 3:49.22, frá Oyggjaleikum á Gibraltar í 2019
Posted in Kapping | Comments Off on Góðkent triðja kvøld á Oyggjaleikum 2023

Góður næsti dagur eisini á Oyggjaleikum 2023

So er næsti dagur avgreiddur hjá svimjihópinum á Oyggjaleikum 2023, og gekk tað bara heilt væl hjá okkara svimjarum. Tey svimja upp ímóti og betri enn sínar bestu tíðir, og vunnu í kvøld 1 gull, 4 silvur og 1 bronsu afturat heiðursmerkjunum frá í gjár, so at vit til nú hava vunnið 2 gull, 6 silvur og 4 bronsur í svimjingini. Og hartil setti Elisabeth Erlendsdóttir oyggjaleikamet í 100 rygg.

Føroyskir heiðursmerkjavinnarar 2. dag á Oyggjaleikum. Sabina Poulsen eigur myndina
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Góður næsti dagur eisini á Oyggjaleikum 2023

Ein góður fyrsti dagur á Oyggjaleikum 2023

So fór hesin fyrsti kappingardagurin afturum, á svimjistevnuni á Oyggjaleikum 2023 á Guernsey, og gekk tað heilt væl hjá okkara svimjarum. Tilsamans 6 heiðursmerki varð tað til – 1 gull, 2 silvur og 3 bronsur – umframt at Isak Brisenfeldt setti stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing.

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Ein góður fyrsti dagur á Oyggjaleikum 2023

Stroyming frá svimjistevnuni á Oyggjaleikum 2023

Fyriskipararnir av Oyggjaleikum 2023 vísa her til beinleiðis stroyming frá øllum stevnupørtum á svimjistevnuni á Oyggjaleikum, at verða her á boxcast.tv.

Fyrsti stevnupartur byrjar nú mánamorgunin kl 10:15, Guernsey og føroysk tíð

Svimjihylurin á Guernsey. Sabina Poulsen eigur myndina

Posted in Kapping | Comments Off on Stroyming frá svimjistevnuni á Oyggjaleikum 2023

Føroysk úrslit á NMU 2023

So er Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2023 liðugt avgreitt, sum var í Jönköping í Svøríki. Tað gekk væl hjá okkara svimjarum – Bjarta setti tvey persónlig met og Róa fýra, og hartil svam Róa seg til silvurnál við stjørnu.

Føroyski NMU-hópurin í Jönköping. Johan Martin Thorsteinsson eigur myndina
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Føroysk úrslit á NMU 2023

Oddvaldur bronsu í Slovenia

Oddvaldur Leivsson (2008) úr Havnar Svimjifelag megnaði í dag at vinna sær bronsuheiðursmerki á svimjistevnuni “MM Telekom Slovenije 2023” í Radovljica í Slovenia, tá ið hann í finalu í 100 metra ryggsvimjing svam 1:07.78 og triðskjótast av øllum dreingum 16 ár og yngri. Sí úrslitalistan her

Oddvaldur bronsu í 100 rygg í Slovenia. Finnbjørg Nattestad eigur myndina
Posted in Kapping | Comments Off on Oddvaldur bronsu í Slovenia