Úrslit frá SuSvim Open 20. og 21. mai 2023

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “SuSvim Open Mai 2023”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 20. og sunnudagin 21. mai 2023. Sí eisini livetiming.se, swimify.com og swimrankings.net

Hagtøl

Alt í alt svumu 72 íðkarar og 15 lið úr 5 feløgum seg til 465 úrslit í 38 kappingum, hesar báðar dagarnar í Vági.

Bestu avrik

Vár E. Eidesgaard (2001) úr Havnar Svimjifelag megnaði besta avrik av øllum, tá ið hon í 200 frí svam seg til úrslitið 2:05.81 og 724 FINA stig.

Róland Toftum (1998) úr Suðuroyar Svimjifelag megnaði besta avrik millum menn, tá ið hann í 100 bringu svam seg til 1:06.09 og 637 FINA stig.

Juniormet

Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjifelag setti nýtt føroyskt juniormet, við at svimja 2:10.86 í 200 firvald, har metið hjá Óla Mortensen frá 2014 var 2:11.04.

Heiðursmerkjabýti

FelagGullSilvurBronsa
HS16159
Ægir1198
SuSvim7310
FS577
FLOT1
This entry was posted in Óbólkað. Bookmark the permalink.