Úttøka til NMU 2015 í Jönköping

Starvsnevnd SSF avgjørdi á fundi í gjárkvøldið at taka út fylgjandi svimjarar til Norðurlendsku Meistarastevnuna 2015, sum verður í Jönköping í Svøríki frá 11. til 12. juli 2015.

  • Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
  • Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag
  • Birni Sigvardsen (1999), Havnar Svimjifelag
  • Rókur Trygvason (2000), Reysti

Úttøkan er fyrst og fremst grundað á FINA stig rokkin í hesum ári, har vit sum undanfarin ár hava valt 500 FINA stig at vera lægstamark.

Image courtesy of Guillaume Baviere, CC BY 2.0

Image courtesy of Guillaume Baviere, CC BY 2.0

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úttøka til NMU 2015 í Jönköping

Úrslit frá MU 2015

Viðfestur er úrslitalistin frá Meistarastevnuni fyri Ung 2015, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll um vikuskiftið. Hartil fílur til hagtalsbrúk. Úrslitini kunnu eisini síggjast her á livetiming.se

20150503DSC06043

mu2015-urslit

mu2015-urslit

RE150502

Posted in Óbólkað | Comments Off on Úrslit frá MU 2015

Úttøka til Oyggjaleikir 2015

Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at taka út fylgjandi 15 svimjarar til Oyggjaleikir 2015, sum verða á Jersey frá 27. juni til 3. juli.

sara-nysted-hs-stevna-april-2015

Kvinnur

  • Astrið Foldarskarð (1994), Havnar Svimjifelag
  • Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir
  • Jonna Bjartalíð Thomsen (1996), Ægir
  • Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (1999), Havnar Svimjifelag
  • Maria Antoft (2000), Havnar Svimjifelag
  • Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
  • Signhild Joensen (2000), Ægir
  • Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag

Menn

  • Alvi Hjelm (1996), Ægir
  • Bartal Hestoy (1992), Havnar Svimjifelag
  • Eyðbjørn Joensen (1996), Suðuroyar Svimjifelag
  • Marius Ihlen Gardshodn (1998), Havnar Svimjifelag
  • Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
  • Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag
  • Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag

Hesi hava øll klárað kravtíð til Oyggjaleikir, hóast kravtíðirnar eru so mikið harðar sum meðaltíð at vinna bronsu á trimum teimum seinastu Oyggjaleikum.

Continue reading →

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úttøka til Oyggjaleikir 2015

Birgit Hestoy farin

Leygardagin 18. apríl andaðist Birgit Hestoy, undangongukvinna í føroyskari svimjing, 88 ára gomul.

Birgit varð fødd í 1926. Hon var dóttir Richard B. Thomsen á Tvøroyri. Hon gjørdist svimjilærari í skúlanum og kvøldskúlanum á Tvøroyri, og lærdi hundraðtals børn og vaksin at svimja.

Hon var í 1964 ein av stovnarunum av Tvøroyrar Svimjifelag, sum hóast tann bara 12.5 metur langa svimjihylin á Tvøroyri gjørdist eitt av sterkastu feløgum í Føroyum, fram til tað í 2007 legði saman við Vágs Svimjifelag í enn sterkari Suðuroyar Svimjifelag.

Mynd av Hvannrók, har Vagnur Michelsen skrivar um Birgit Hestoy

Mynd av Hvannrók, har Vagnur Michelsen skrivar um Birgit Hestoy

Continue reading →

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Birgit Hestoy farin

Úttøka til Evropeisku Leikir í Baku

Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at taka út fylgjandi svimjarar til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna 2015, sum samstundis eru fyrstu Evropeisku Leikir.

  • Marius Ihlen Gardshodn, Havnar Svimjifelag
  • Ásbjørg Hjelm, Ægir
  • Signhild Joensen, Ægir
  • Maria Bjarnastein Antoft, Havnar Svimjifelag
  • Lív Erlingsdóttir Eidesgaard, Havnar Svimjifelag

asbjorg-hjelm-hs-stevna-april-2015

Continue reading →

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úttøka til Evropeisku Leikir í Baku

Kravtíðir til EJM/EL, NMU og HM 2015

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna og Evropeisku Leikir í Baku í Aserbadjan hin 23. til 27. juni 2015, og til HeimsMeistarastevnuna í Kazan í Russlandi hin 2. til 9. august 2015.

1200px-RubinKazanNewStadium

Kravtíðarskipanin til EJM/EL í Baku er so gott sum tann sama sum til EJM 2014, har vit tó nú mugu hava í hyggju ta kvotu á 5 svimjarar sum fyriskipararnir av EJM/EL hava givið okkum.

Kravtíðarskipanin til HM er sum ásett av FINA, har svimjararnir skulu klára ávísar kravtíðar, og Svimjisambandið annars kann taka út 2 kvinnur og 2 menn, um færri enn hetta klára kravtíð.

Úttøkuskipanin til NMU verður sum undanfarin ár, ein úttøka av so-og-so nógvum svimjarum út í frá FINA stigum, við minstakravi á 500 stig. Nágreiniliga talið er ikki ásett enn, men verður væl sum vant eini 8 til 10.

Starvsnevndin tilskilar sær rætt at ikki taka út svimjarar, um støðið verður hildið at vera ikki nøktandi.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Kravtidir-til-EJM_EL-og-HM-2015

Photo “RubinKazanNewStadium” by Amar77 – Own work. Licensed under CC BY-SA 3.0 via Wikimedia Commons.

Posted in Kapping | Tagged , | Comments Off on Kravtíðir til EJM/EL, NMU og HM 2015