Baku váttar 5 pláss til føroyskar svimjarar á Evropeisku Leikum

Svimjisamband Føroya fekk í gjár váttan frá fyriskiparunum av Evropeisku Leikum í Baku, at vit sleppa at luttaka har við fimm føroyskum svimjarum og trimum leiðarum. Og hetta er væl at merkja ikki ein apríl-søga.

baku-2015

Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on Baku váttar 5 pláss til føroyskar svimjarar á Evropeisku Leikum

Kravtíðir til HM í Kazan

Viðvíkjandi kravtíðum til HM í Kazan, so hevur FINA eina fína frágreiðing her á fina.org.  sum víst til millum annað her á svimjing.com í februar 2014.

kazan-2015

Har sæst millum annað at kravtíðirnar frá FINA eru:

Men’s Standard Women’s Standard
A – 2 Entries B – 1 Entry A – 2 Entries B – 1 Entry
00.22,25 00.23,03 50 m Freestyle 00.25,23 00.26,11
00.49,39 00.51,12 100 m Freestyle 00.55,05 00.56,98
01.48,37 01.52,16 200 m Freestyle 01.58,93 02.03,09
03.50,87 03.58,95 400 m Freestyle 04.12,47 04.21,31
07.57,69 08.14,41 800 m Freestyle 08.35,99 08.54,05
15.13,98 15.45,97 1500 m Freestyle 16.33,61 17.08,39
00.25,52 00.26,41 50 m Backstroke 00.28,60 00.29,60
00.54,72 00.56,64 100 m Backstroke 01.01,25 01.03,39
01.59,19 02.03,36 200 m Backstroke 02.12,14 02.16,76
00.27,58 00.28,55 50 m Breaststroke 00.31,50 00.32,60
01.00,44 01.02,56 100 m Breaststroke 01.08,36 01.10,75
02.11,71 02.16,32 200 m Breaststroke 02.28,12 02.33,30
00.23,53 00.24,35 50 m Butterfly 00.26,54 00.27,47
00.52,52 00.54,36 100 m Butterfly 00.59,18 01.01,25
01.57,37 02.01,48 200 m Butterfly 02.11,14 02.15,73
01.59,99 02.04,19 200 m Ind. Medley 02.13,98 02.18,67
04.19,21 04.28,28 400 m Ind. Medley 04.44,50 04.54,46
1 Team 4 x 100 m Freestyle 1 Team
1 Team 4 x 200 m Freestyle 1 Team
1 Team 4 x 100 m Medley 1 Team
4 x 100 m Freestyle Mixed – 1 Team
4 x 100 m Medley Mixed – 1 Team

Kravtíðirnar skulu klárast á langgeil, á stevnum serliga góðkendar av FINA. Sí listan her.

Kravtíðarskeiðið frá FINA er frá 1. mars 2014 til 19. juli 2015. Av praktiskum ávum endar kravtíðarskeiðið hjá SSF sum vant tó á FM, tað vil siga 16. mai 2015.

Svimjisambandið hevur møguleika fyri at taka út eyka svimjarar, um færri enn 4 svimjarar klára kravtíðirnar ásettar av FINA. Tað er tó ikki hesin eyka møguleiki sum svimjararnir eiga at fokusera uppá – best er at klára tær kravtíðir sum FINA ásetur.

Hetta er sama skipan sum Svimjisambandið nýtti til undanfarna HM í Barcelona 2013.

Vegna Starvsnevnd SSF

Rókur í Jákupsstovu

Posted in Kapping | Comments Off on Kravtíðir til HM í Kazan

Lívbjargingarroynd á Tvøroyri í dag

Seks lívbjargarar hava í dag fingið endurnýggjað síni lívbjargingarprógv, undir leiðslu av Reidari Simonsen í svimjihylinum á Tvøroyri. Hetta vóru fólk frá Suðuroyar Svimjifelag, barnagarðinum á Tvøroyri og starvsfólk í svimjihylinum, umframt ein áhugaður privatpersónur.

Frá vinstu Malan Michelsen, Kathrina Einarson, Sára Elendersen (tann fremra), Svanna Nielsen, Anna K. Eysturberg, Søren Bruhn. Reidar Simonsen var dómari og eigur myndina.

Frá vinstu Malan Michelsen, Kathrina Einarson, Sára Elendersen (tann fremra), Svanna Nielsen, Anna K. Eysturberg, Søren Bruhn. Reidar Simonsen var dómari og eigur myndina.

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Lívbjargingarroynd á Tvøroyri í dag

EOC brotið lyftið um føroyska luttøku í Baku

Svimjisamband Føroya fekk í gjár fráboðan frá evropeisku olympisku nevndini EOC, umvegis Ítróttasamband Føroya, at vit allíkavæl ikki sleppa at luttaka á evropeisku juniormeistarastevnuni 2015, sum LEN fyriskipar á Evropeisku Leikum í Baku. Hetta hóast endurtikin munnlig lyfti, at vit fóru at kunna luttaka har undir EOC-flaggi, síðani tann møguleikin beyðst tíðliga í desember 2014.

baku-2015

Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on EOC brotið lyftið um føroyska luttøku í Baku

Dan Hjelm úttikin til Evropeisku Leikir í Baku

Svimjisambandið hevur í dag fingið váttan frá evropeiska svimjisambandinum LEN, at Dan Hjelm er á listanum yvir svimjidómarar á Evropeisku Leikum 2015, sum verða í Baku í Azerbaijan í summar. Og Dan hevur eisini sjálvur fingið heilsan úr Baku, har tey ynskja honum tillukku við heiðrinum.

dan-njmnm2013

Dan ger klárt til start á NJM/NM 2013

Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on Dan Hjelm úttikin til Evropeisku Leikir í Baku

Eingin svimjing uttan lívbjargara

Nú tvær vandastøður hava verið við ungum svimjarum í føroyskum svimjihallum, halda vit í Svimjisambandi Føroya tað vera hóskandi, at vit vísa á tey tilboð sum vit hava bygt upp og bjóða í sambandi við trygd í svimjihallum.

Svimjisambandið kann bjóða øllum kommunum, svimjihallum og skúlum hesi tilboð:

  • tilbúgving av svimjihallum
  • undirvísing og próvtøka av lívbjargarum
  • undirvísing og próvtøka av lívbjargingardómarum
  • undirvísing í lívbjargandi fyrstuhjálp og nýtslu av hjartastartara

Tilboðini eru at kalla ókeypis, og einans avmarkaði av teirri tíð sum okkara dómarar og undirvísarar kunnu seta av, til at gera hetta fyri einki við síðuna av sínum dagliga yrki.

Út yvir hetta er SSF er av teirri áskoðan, at fyrsta og mest týðandi stig til at minka um vandan fyri druknivanlukkur, er at øll kunnu svimja. Við støði í norðurlendsku allýsingini, ið sigur at svimjari er tann ið kann svimja 200 metrar uttan at steðga.

Lívbjargarar í Gundadali. Jórun Eið eigur myndina

Lívbjargarar í Gundadali. Jórun Eið Johannesen eigur myndina

Continue reading →

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Eingin svimjing uttan lívbjargara