Bergen Swim Festival 2018 ein brakandi succés

Tað er ikki eiti á jaligum afturmeldingum sum Svimjisambandið fær, nú aftaná fyrstu roynd at senda landsliðshóp til Bergen Swim Festival. Éitt er, at okkara bestu vunnu 9 heiðursmerki og settu 3 føroysk met og 5 juniormet; men hartil vóru tey 77% sum settu persónlig met, og 83% sum svumu sína bestu tíð í ár. Umframt at stemningurin var uppá tað besta, nú luttøkan eisini var partur av ítróttarsálarfrøðiligu verkætlanini til at byggja upp góðan liðanda.

SSF gongutúr í Bergen. Anita Nysted eigur myndina

Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Bergen Swim Festival 2018 ein brakandi succés

Óli og Alvi til Danish Open 2018

Í ovurmorgin byrjar Danish Open 2018, sum er stóra úttøkustevnan hjá dønum til altjóða meistarastevnur í summar, við luttøku av eisini svimjarum úr øðrum londum. Fyri Føroyar luttaka teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm, báðir við møguleika at taka heiðursmerki.

Continue reading

Posted in Kapping | Tagged , , | Comments Off on Óli og Alvi til Danish Open 2018

1,2 milliónir til test av føroyskum svimjarum

Svimjisamband Føroya fer í næstum undir stóra verkætlan saman við Fróðskaparsetrinum, til at byggja upp eina røð av standardtestum til føroyskar svimjarar. Hetta í samstarvi við Human Performance Lab á granskingardeplinum iNOVA og Københavns Universitet, og við fíggjarligum stuðli frá altjóða svimjisambandinum FINA.

Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on 1,2 milliónir til test av føroyskum svimjarum

Tíðindafundur um nýggja 4-ára granskingarverkætlan

Hervið innbjóðing til ein stuttan tíðindafund í ÍSF-húsinum í dag, týsdagin hin 10. apríl 2018 kl 10:30, um eitt spennandi nýtt fýraárasamstarv sum Setrið og Svimjisambandið eru farin undir at byggja upp eitt skipað testumhvørvi til føroyskar svimjarar við fíggjarligum stuðli frá altjóða svimjisambandinum FINA.

Vegna Fróðskaparsetrið og SSF

  • Magni Mohr, Fróðskaparsetur Føroya
  • Rókur í Jákupsstovu, Svimjisamband Føroya

Posted in Kapping | Comments Off on Tíðindafundur um nýggja 4-ára granskingarverkætlan

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 7. og 8. apríl 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 7. og sunnudagin 8. apríl 2018, sum Suðuroyar Svimjfelag skipaði fyri. Ein stevna har vit millum annað fingu eitt nýtt føroyskt met og tvey føroysk juniormet.


Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úrslit frá SuSvim-stevnuni 7. og 8. apríl 2018

Innbjóðing til Aldursbólkameistarastevnuna 2018

Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2018, sum Ægir og Svimjisamband Føroya skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, hin 10. til 12. mai 2018.

Hetta er stevnan sum fyrr æt JM/MU (JuniorMeistarastevnan og Meistarastevnan fyri Ung), sum nú er víðkað til eisini at hava ein seniorbólk.

Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til Aldursbólkameistarastevnuna 2018