Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Oyggjaleikir 2019, sum verða á Gibraltar frá 6. til 12. juli 2019. Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu.

Gibraltar. Image courtesy of Steve/Wikimedia Commons, CC BY-SA 2.0
Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Oyggjaleikir 2019, sum verða á Gibraltar frá 6. til 12. juli 2019. Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu.

Gibraltar. Image courtesy of Steve/Wikimedia Commons, CC BY-SA 2.0
Tíverri vóru tilmeldingarnar í so fáar til ætlaða Svimjifagnaðardagin í Klaksvík nú hin 1. juli 2018, og avgjørdi starvsnevnd SSF tí hóskvøldið at heldur vilja útseta hendan dagin til hin 15. ella 16. september 2018.
Nú nærkast til ársins altjóða summarstevnur, har tilsamans 16 føroyskir svimjarar fara at royna seg á stevnum í Finnlandi, Lettlandi og Skotlandi. Flogferðir eru bílagdar osfr – her niðanfyri er upplisting av hópunum.
Sum kunnugt, so skipa SSF og Ægir fyri einum sokallaðum ‘svimjifagnaðardegi’ í Klaksvíkar Svimjihøll, nú sunnudagin hin 1. juli 2018, har vit ætla at hava tað stuttligt við og í vatni.
Tíverri eru tað enn í so fá børn sum eru meldað til, og verður tiltakið tí broytt til nú at vera fyri øllum børnum sum í ár hava gingið í 3. til 6. skúlaflokki, umframt soleiðis at øll nú eru í gongd í senn, frá kl 14:00 til umleið kl 17:00.
Tilmeldingarskjalið er her: https://form.jotformeu.com/81702240601341
Sunnudagin hin 1. juli 2018 skipa Svimjisamband Føroya og Ægir fyri einum stórum og vónandi sera stuttligum spælidegi í Klaksvíkar Svimjihøll.
Tiltakið er ókeypis og ætlað øllum børnum sum ganga í 3. til 6. skúlaflokki, óansæð hvussu væl tey duga at svimja – Men av praktiskum ávum mugu vit tó avmarka luttøkuna til umleið 110 børn.
Starvsnevnd SSF samtykti í gjár at taka út fylgjandi svimjarar eyka …
til NMU 2018 í Riga
Hesir svimjarar eru tí eisini bjóðaðir við á landsliðslegu í Havn, nú 16. og 17. juni 2018.
You must be logged in to post a comment.