Úrvalshandan 2019

Úrval avdúkaði í gjár tey sum hava fáa úrvalsjáttan í 2019, harav fimm einstaklingar og ein hópur eru frá svimjingini. Til lukku tit øll.

Úrvalsstuðul 2019 til íðkarar hoyrandi til SSF

  • Signhild Joensen (Ægir) 189.000 kr
  • Óli Mortensen (HS) 163.367 kr
  • Alvi Hjelm (HS) 140.386 kr
  • Vár E. Eidesgaard (HS) 124.000 kr
  • Rókur Trygvason (Ægir) 59.000 kr
  • 15 úrvalssvimjarar í 3. bólki (SSF) 50.000 kr

Tilsamans 725.753 kr

Posted in Kapping | Comments Off on Úrvalshandan 2019

Dagførdir lívbjargarar í Fuglafjarðar Svimjifelag

Lívbjargingardómari Sørin S. Djurhuus var í gjárkvøldið norðuri í Fuglafirði, har fýra venjarar/lívbjargarar hjá FS fingu dagført síni lívbjargingarprógv.

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Dagførdir lívbjargarar í Fuglafjarðar Svimjifelag

Innbjóðing til Susvim-stevnu í Páls Høll í Vági hin 12. og 13. januar 2019

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Páls Høll í Vági hin 12. og 13. januar 2019, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Tey heilsa at WinGrodan-fílan kemur í vikuskiftinum.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til Susvim-stevnu í Páls Høll í Vági hin 12. og 13. januar 2019

Úrslit frá SMS Jólasprint 2018

Her eru úrslitini frá SMS Jólasprint 2018, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 22. desember 2018. Tilsamans vóru tey 107 íðkarar og 33 lið úr 5 feløgum sum kappaðust 444 ferðir í 31 kappingum.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá SMS Jólasprint 2018

So er tað SMS Jólasprint 2018

Havnar Svimjifelag skipar í dag frá kl 14 fyri árligu “SMS Jólasprint”-stevnuni, har svimjarar royna eina síðstu ferð eftir bestu tíðum í ár, og har alt síðani endar við eini stuttleika-liðkapping fyri svimjarar, venjarar og nevndarlimir, eyknevnd ‘dunnustafettin’. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se

Posted in Kapping | Comments Off on So er tað SMS Jólasprint 2018

Alvi 4:19.54 og silvur á NM 2018

Alvi Hjelm megnaði í kvøld at svimja seg til eitt silvurheiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni í svimjing 2018, tá ið hann í 400 metra blandaðari svimjing svam teinin uppá 4:19.54. Hetta var eisini persónligt met hjá Alva, har hansara besta tíð til nú annars var 4:19.91 frá EM á stuttgeil í desember í fjør.

 

Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Alvi 4:19.54 og silvur á NM 2018