Her eru úrslitini frá “SMS Open” svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin og sunnudagin 7. og 8. september 2019. Úrslitini finnast eisini her á livetiming.se

Her eru úrslitini frá “SMS Open” svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin og sunnudagin 7. og 8. september 2019. Úrslitini finnast eisini her á livetiming.se

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Svimjihøllini í Klaksvík hin 5. og 6. oktober 2019, sum Ægir skipar fyri. Hetta er ‘opin’ stevna har allir aldursbólkar kappast sum ein.
Live Timing: http://livetiming.se/index.php?cid=4736
Tilmeldingarfílur: http://livetiming.se/file_archive.php?cid=4736

Her er innbjóðing til Bólkastevnu í Klaksvíkar Svimjihøll hin 14. september 2019, sum Ægir skipar fyri. Hetta er stevna fyri aldursbólkarnar 1 til 4, har tey elstu eru gentur sum fylla 12 ella 13 ár í hesum kalendaraári, og dreingir teir sum fylla 13 ella 14.
Live Timing: http://livetiming.se/index.php?cid=4737
Tilmeldingarfílur: http://livetiming.se/file_archive.php?cid=4737

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Norðurlendsku Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna í Tórshavn hin 29. november til 1. desember 2019, og til EvropaMeistarastevnuna á stuttgeil í Glasgow hin 4. til 8. desember 2019. Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu.

Fyrstu fráboðanir eru longu komnar, um kláraðar kravtíðir. Sí https://ssf.fo/ambod/frabodan-um-kravtid/yvirlit/
Frá Havnar Svimjifelag:
Av tí at løgtingsval er útskrivað at vera tann 31. august, sama leygardag, sum fyrsta stevna í sesongini eftir ætlan skuldi byrja í Havn, er avgjørt, við undirtøku frá øllum feløgum og í samráð við starvsnevndina í SSF, at útseta ta fyrstu stevnuna til vikuskiftið 7.-8. sep.
Sí viðfestu innbjóðing:

European Youth Olympic Festival endaði sum kunnugt nú í vikuskiftinum, har eisini føroyskir svimjarar royndu seg. Her niðanfyri lista vit upp svimjiúrslitini hjá føroyingunum.

You must be logged in to post a comment.