Boð úr Suðuroy júst nú – Svimjistevnan má tíverri avlýsast sum skuldi vera í Páls Høll nú leygardagin 11. og sunnudagin 12. januar 2020, vegna veður og avlýsing hjá Smyrli.

Boð úr Suðuroy júst nú – Svimjistevnan má tíverri avlýsast sum skuldi vera í Páls Høll nú leygardagin 11. og sunnudagin 12. januar 2020, vegna veður og avlýsing hjá Smyrli.

Úrval avdúkaði í gjár tey sum fáa úrvalsjáttan nú í 2020, harav fýra einstaklingar og ein hópur eru frá svimjingini. Til lukku tit øll.
Úrvalsstuðul 2020 til íðkarar hoyrandi til SSF

Her er innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa stevnu í Páls Høll í Vági hin 11. og 12. januar 2020, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er opin stevna fyri allar aldursbólkar, tó so at riðlarnir í 400, 800 og 1500m kappingum eru avmarkaðir til éin riðil í hvørjari kapping.

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “SMS Jólasprint 2019”, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali leygardagin hin 21. desember 2019. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se
Tilsamans vóru tey 80 svimjarar og 30 lið úr 5 feløgum sum luttóku á hesi stevnu, har besta úrslit av teimum íalt 376 var tá Signhild Joensen úr Ægir svam seg til 658 FINA stig í 50 rygg við tíðini 29.50 sekund.

Her er innbjóðing til árligu svimjistevnuna “SMS Jólasprint”, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 21. desember 2019.

Startlistar · Stroyming · Beinleiðis úrslit · Úrslit · Heiðursmerki
Leinki til beinleiðis stroym, tá
(innseting strikað til at umganga óneyðugar kennifílur/cookies)
You must be logged in to post a comment.