Aðalskrivari okkara fer úr starvi, og leita vit tí eftir einum nýggjum. Nógv er rættiliga skrivstovukent, men til tíðir eru eisini praktiskar uppgávur uttanfyri skrivstovutíð og ørindi bæði í Føroyum og uttanlands.

Aðalskrivari okkara fer úr starvi, og leita vit tí eftir einum nýggjum. Nógv er rættiliga skrivstovukent, men til tíðir eru eisini praktiskar uppgávur uttanfyri skrivstovutíð og ørindi bæði í Føroyum og uttanlands.

Her er innbjóðing til svimjistevnuna “SuSvim Open” í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 29. februar og sunnudagin hin 1. mars 2020, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hendan stevna er síðsti kjansur her heima hjá svimjarum at royna eftir plássi á landsliðnum til EM 2020, sum verður í Budapest í mai mánaða.

Svimjisamband Føroya hevði í dag sín árliga kalendarafund, har kalendarin fyri svimjiárið 2020-2021 varð avtalaður, tvs. fram til summarferiuna í 2021. Sí ssf.fo/kalendari

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi EvropaMeistarastevnu á langgeil, sum verður í Budapest í Ungarn frá 11. til 17. mai 2020.
Av ymsum ávum eru ikki kravtíðir til hesa stevnu, men heldur at vit taka út upp til tveir svimjarar av hvørjum kyni, sum í kravtíðarskeiðnum klára bestu avrik yvir 700 FINA stig.
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið FLOT skipaði fyri í svimjihylinum á Toftum í dag, leygardagin hin 1. februar 2020. Hetta var stevna fyri yngstu aldursbólkar okkara.

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 15. og 16. februar 2020. Hetta er ‘opin’ stevna, har allir aldursbólkar kappast sum ein.

You must be logged in to post a comment.