Startlisti til HS Open 11. og 12. september 2021

Her eru startlistarnir til svimjistevnuna “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin og sunnudagin hin 11. og 12. september 2021. Hetta er fyrsta svimjistevna í svimjiárinum 2021-2022.

Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til HS Open 11. og 12. september 2021

SSF fráboðan um ABMS og FMS 2021

Góðu tit øll,

Starvsnevnd og svimjinevnd SSF hava avgjørt at vilja býta um uppá dagfestingarnar fyri ætlaðu Aldursbólkameistarastevnu og Føroyameistarastevnu á stuttgeil í vetur, soleiðis at Føroyameistarastevnan á stuttgeil 2021 nú verður heldur hin 12. til 14. november 2021, og Aldursbólkastevnan á stuttgeil 2021 síðani í vikuskiftinum hin 10. til 12. desember.

Continue reading
Posted in Kapping | Tagged , | Comments Off on SSF fráboðan um ABMS og FMS 2021

Tempus.fo í luftina

So er nýggja stevnuskipanin hjá føroysku svimjingini sett upp og klár at nýta, sum vit fara at brúka til at lýsa við svimjistevnum, savna inn tilmeldingar og úrslit, og til at draga samanum við hagtølum og styrkislistum.

open.tempus.fo
Continue reading
Posted in Felagsskapur, Kapping | Comments Off on Tempus.fo í luftina

Innbjóðing til HS Open 11. og 12. september 2021

Her er innbjóðing til svimjistevnuna “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin og sunnudagin hin 11. og 12. september 2021. Hetta er fyrsta stevna í svimjiárinum 2021-2022.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til HS Open 11. og 12. september 2021

Góðar tíðir eisini 2. dag á NMU 2021 í Klaipeda

Tær báðar Lea Osberg Højsted úr Ægir og Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag hildu á við at svimja flottar tíðir, nú triði og síðsti stevnupartur varð avgreiddur í gjár. Sí úrslitalistarnar her


Jóhanna svam 4:54.24 í 400 frí, har besta tíð hjá henni var 4:55.14 frá SuSvim Open í apríl mánaða, og Lea svam 1:18.05 í 100 bringu, har besta tíð hjá henni var 1:18.44 frá Atlantic Open í juni mánaða.

Sum skilst hevur túrurin verið góður hjá teimum

Lea og Jóhanna í Klaipeda
Posted in Óbólkað | Comments Off on Góðar tíðir eisini 2. dag á NMU 2021 í Klaipeda

Úrslit frá FM & JM á langgeil 2021

Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2021, í Páls Høll í Vági hin 9. til 11. juli, sum partur av eisini Føroyaleikum 2021. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á SwimRankings

Continue reading
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úrslit frá FM & JM á langgeil 2021