Beinleiðis stroyming frá NM/NJM 2021

Hygga síggj, har er stroyming, sí SuperLive á livetiming.se

Finaluparturin nú seinnapartin er frá k 16:00, føroyska tíð

This image has an empty alt attribute; its file name is image-600x338.png
Continue reading →
Posted in Kapping | Comments Off on Beinleiðis stroyming frá NM/NJM 2021

Upp og niður, næsta dag á NM/NJM 2021

Tað gekk eitt sindur upp og niður hjá føroysku svimjarunum, hendan næsta dagin við innleiðandi riðlum á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021, sum er í Upplands Väsby í Svøríki.

Image courtesy of I99pema/Wikimedia Commons, CC BY-SA 4.0
Continue reading →
Posted in Kapping | Comments Off on Upp og niður, næsta dag á NM/NJM 2021

Elisabeth 28.63 og juniormet í 50 rygg

Elisabeth Erlendsdóttir setti fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt juniormet í 50 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon í finaluni á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2021 í Upplands Väsby í Svøríki svam teinin uppá 28.63 sekund.

Elisabeth Erlendsdóttir í Vilundabadet í Upplands Väsby. June Jónsveinsdóttir eigur myndina
Continue reading →
Posted in Kapping | Comments Off on Elisabeth 28.63 og juniormet í 50 rygg

Fín byrjan uppá NM/NJM 2021

So byrjaði Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan 2021 í Upplands Väsby, við innleiðandi riðlum nú fyrrapartin. Føroyingarnir høvdu ein heldur harðan ferðadag í gjár; men eru glaðir um síni avrik í morgun, har fleiri svumu bestu tíðir, og onnur vóru nær við.

Elisabeth Erlendsdóttir megnaði at svimja seg víðari í finalu í 50 metra ryggsvimjing, og hartil verður liðsvimjingin hjá kvinnum 4×200 metra frísvimjing við í finalu eisini.

Image courtesy of I99pema/Wikimedia Commons, CC BY-SA 4.0
Continue reading →
Posted in Kapping | Comments Off on Fín byrjan uppá NM/NJM 2021

So er tað NM og NJM 2021

Í morgin ári fara 9 føroyskir svimjarar av landinum við Atlantic, til Danmarkar og síðani víðari til Upplands Väsby í Svøríki, at royna seg á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021.

Startlistin sæst her á livetiming.se, sum bendir á harða kapping, tó so við onkrum møguleika fyri at koma upp í millum tey bestu.

Image courtesy of I99pema/Wikimedia Commons, CC BY-SA 4.0
Continue reading →
Posted in Kapping | Comments Off on So er tað NM og NJM 2021

Dómaraskeið í Havn hin 14. til 16. januar 2022

Svimjisamband Føroya skipar hin 14. til 16. januar 2022 fyri dómaraskeiði í Havn, undir leiðslu av royndu yvirdómarunum Henriette og Jens Soelberg Jensen. Hetta sum liður í nýggjum samstarvi við Dansk Svømmeunion, har fyrstu 4 mótul í donsku skipanini nú verða bjóðað í Føroyum, við møguleika fyri seinni at taka útbúgving víðari til yvirdómara.

Continue reading →
Posted in Felagsskapur, Útbúgving | Comments Off on Dómaraskeið í Havn hin 14. til 16. januar 2022