Category Archives: Kapping
Úrslit frá FS-stevnuni 2. desember 2023
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri í svimjihylinum í Fuglafirði, nú leygardagin hin 2. desember. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
OK síðsta kvøld á NM/NJM 2023
Føroyingarnir vóru ikki so nógvir í finalu í dag, men gekk tað OK hjá teimum sum vóru. Dreingirnir settu flott junior-landsliðsmet í 4×100 frí.
Góður triði morgun á NM/NJM 2023
Tey avgreiddu triðja og síðsta umfar av innleiðandi riðlum í morgun, og gekk tað aftur heilt væl hjá okkara. Líggjas og Isak svumu seg víðari til finalu, og svam hópurin sum heild seg til eina rúgva av persónligum metum.
Strálandi úrslit eisini næsta finalukvøld á NM/NJM 2023
Tað gekk avbera gott hjá føroysku svimjarunum, nú næsta umfar av finalu varð avgreitt á NM/NJM 2023. Líggjas vann bronsu í 1500 frí og Isak bronsu í 200 firvald, umframt at Isak svam seg til gullnál í 1500 frí og … Continue reading
Góð úrslit aftur í morgun á NM/NJM 2023
Tey avgreiddu í morgun næsta part av innleiðandi á NM/NJM 2023, og gekk tað bara avbera væl hjá okkara. Fleiri finalupláss varð tað til, umframt ein rúgva av persónligum metum.
Sera góð úrslit eisini fyrsta finalukvøld á NM/NJM 2023
Aftur í kvøld gekk tað væl hjá teimum føroysku svimjarum sum høvdu kvalifiserað seg til fyrsta finalukvøld á NM/NJM 2023 í Tartu í Estlandi. Bartal setti føroyskt met í 100 bringu, Líggjas vann sær gullnál í 400 frí, Isak var … Continue reading








