Author Archives: rokur

Startlisti til Atlantic Open 2022

Her eru startlistarnir til Atlantic Open 2022, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri saman við Suðuroyar Svimjifelag í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 23. apríl til mánadagin 25. apríl 2022. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Startlisti til Atlantic Open 2022

Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum 30. apríl 2022

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í svimjihylinum á Argjum, leygardagin hin 30. apríl 2022. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum 30. apríl 2022

Innbjóðing til ABMS 2022

Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2022 (ABMS 2022), sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll hin 14. og 15. mai 2022.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til ABMS 2022

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2022

Svimjisamband Føroya hevði í dag hin 9. apríl 2022 sín árliga aðalfund, á Panorama á Hotel Hafnia í Havn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini ein rúgva av innkomnum málum frá starvsnevndini, og val av formanni … Continue reading →

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2022

Atlantic Airways heldur áfram sum høvuðsstuðul hjá Svimjisambandi Føroya

Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya hava í dag endurnýggjað stuðulsavtaluna sínámillum, so at Atlantic framhaldandi er høvuðsstuðul SSF. Hetta hendi har vesturi á flogvøllinum í Vágum, í sambandi við at føroyska svimjilandsliðið kom heim av væleydnaðari ferð til Noregs, har … Continue reading →

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Atlantic Airways heldur áfram sum høvuðsstuðul hjá Svimjisambandi Føroya

Elisabeth 2:21.07 og bronsu í 200 rygg á Bergen Swim Festival 2022

Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag megnaði nú í kvøld at svimja seg til bronsuheiðursmerki á Bergen Swim Festival 2022, tá ið hon í A-finaluni í 200 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 2:21.07. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 2:19.88 … Continue reading →

Posted in Kapping | Tagged , | Comments Off on Elisabeth 2:21.07 og bronsu í 200 rygg á Bergen Swim Festival 2022