Author Archives: rokur
Ægir 4:30.95 og føroyskt juniormet í 4×100 blandað fyri mix-lið
Liðsvimjingin hjá Ægir setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet, tá ið tey á Atlantic Open 2022 svumu seg til úrslitið 4:30.95 í 4×100 blandað fyri mix-lið, har metið hjá Ægir frá FM/JM og Føroyaleikum í fjør var 4:49.30. Tey … Continue reading
Úrslit frá Atlantic Open 2022
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Atlantic Open 2022, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági, nú 23. til 25. apríl 2022. Úrslitini finnast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net
Ægir 4:02.38 og føroyskt juniormet í 4×100 frí fyri mix-lið
Ægir betraði í kvøld aftur nógv um føroyska juniormetið í 4×100 metra frísvimjing fyri mix-lið, tá ið tey í finaluni á Atlantic Open 2022 svumu seg til silvur við tíðini 4:02.38. Metið var 4:10.64 hjá Ægir frá innleiðandi riðlunum í … Continue reading
Ægir 4:10.64 og føroyskt juniormet í 4×100 frí fyri mix-lið
Ægir settu fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt juniormet í 4×100 frísvimjing fyri mix-lið, tá ið tey í innleiðandi riðlunum á Atlantic Open 2022 í Páls Høll svumu seg til úrslitið 4:10.64. Ægir áttu eisini nú farna juniormetið, á 4:14.26 … Continue reading
Stroyming frá Atlantic Open 2022
Her er stroyming frá Atlantic Open 2022, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági nú 23. til 25. apríl 2022. Beinleiðis úrslit síggjast eisini her á livetiming.se Stevnupartarnir eru 1. partur: Leygardag 23. apríl … Continue reading
Vár 9:06.88 og føroyskt met í 800 frí
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti í morgun flott føroyskt met, tá hon á ungarsku meistarastevnuni í Debrecen svam 800m frí við tíðini 9:06.88. Gamla metið, sum Vár sjálv átti, var 9:08.50 frá Bergen Swim Festival í apríl 2019. Vár hevur síðan … Continue reading








