Startlisti til Atlantic Open 2022

Her eru startlistarnir til Atlantic Open 2022, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri saman við Suðuroyar Svimjifelag í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 23. apríl til mánadagin 25. apríl 2022. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se

Tilsamans eru tey 58 svimjarar úr 5 feløgum sum fara at royna seg hesar tríggjar dagarnar í Vági, harav 25 mannligir og 33 kvinnuligir svimjarar. Samlaðu tilmeldingarnar eru 293 sum einstaklingar og 17 sum lið.

Kravtíðarskeiðið til HM í Budapest endar við hesi stevnu, umframt at hetta er síðsta stevna á langgeil her heima áðrenn FM og JM á langgeil hin 4. til 6. juni 2022, sum tá verður eisini í Páls Høll í Vági.

This entry was posted in Kapping and tagged . Bookmark the permalink.