Atlantic Airways heldur áfram sum høvuðsstuðul hjá Svimjisambandi Føroya

Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya hava í dag endurnýggjað stuðulsavtaluna sínámillum, so at Atlantic framhaldandi er høvuðsstuðul SSF. Hetta hendi har vesturi á flogvøllinum í Vágum, í sambandi við at føroyska svimjilandsliðið kom heim av væleydnaðari ferð til Noregs, har tey hava luttikið á altjóða stevnuni Bergen Swim Festival 2022.

Bartal Debess, Árni Olsen, Rókur í Jákupsstovu og Alisa Vestergård har vesturi í dag
Kristian Martin Joensen eigur myndina

Vit í SSF fegnast sjálvsagt um longda sáttmálan við Atlantic Airways, ið sum kunnugt hava stuðlað okkum í mong, mong ár, og sum hartil eru hollur stuðul til eisini alt tað praktiska, tá ið tað kemur til flogferðir út í heim. Vit hava meira enn so havt brúk fyri teirra hjálp, tá ið okkurt mátti broytast ella kanska enntá bjargast, og hava vit bara gott at bera okkara tjóðarflogfelagi.

Nú í 2022 er heilt nógv av skrá, bæði tí at útsettar stevnur fylla kalendaran, og tí at vit sjálvi nú í heyst skulu hýsa eini altjóða meistarastevnu. Til dømis hava vit nú í summar bæði HM og EM á skrá, umframt HM og EM fyri juniorar, og NM og EYOF fyri ung, áðrenn vit um mánaðarskiftið september/oktober bjóða eldri svimjarum til Føroya at kappast, á Nordic Open Masters 2022.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Felagsskapur. Bookmark the permalink.