Author Archives: rokur
Fýra føroyskir svimjarar til World Cup í Berlin 2023
Hetta vikuskiftið fara fýra svimjarar at luttaka á World Cup stevnuni í Berlin 2023, umboðandi Svimjisamband Føroya. Sí luttakaralistarnar her, sum ikki óvæntað benda á harða kapping.
Úrslit frá HS Open 30. september og 1. oktober 2023
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 30. september og sunnudagin hin 1. oktober 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á Swimify og her á SwimRankings
Startlistar til HS Open 30. sep – 1. okt. 2023
Her eru luttakaralistarnir til svimjistevnuna sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 30. september og sunnudagin 1. oktober 2023. Hetta er fyrsta svimjistevna í svimjiárinum 2023-2024, og leggið til merkis, at her er áhugaverd vitjan úr … Continue reading
Innbjóðing til Ægir Open 21. og 22. oktober 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnuna Ægir Open, sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin 21. og sunnudagin 22. oktober 2023.
HS-stevnan á Argjum 23. september fyribils avlýst, møguliga útsett
Havnar Svimjifelag boðar frá, at svimjistevnan sum skuldi verða á Argjum nú leygardagin hin 23. september, fyribils má avlýsast vegna tekniskar trupulleikar. Tey arbeiða við at møguliga hava hesa stevnu í staðin hin 7. oktober.
Rakul útbúgvin yvirdómari
Rakul í Lágabø tók nú í vikuskiftinum prógv sum yvirdómari, aftaná í tveimum umførum at hava verið á yvirdómaraskeiði í Danmark. Hetta var yvirbygningur á dómaraskeiðið sum skipað varð fyri í Føroyum í fjør. Her er felagsmynd frá skeiðnum í … Continue reading








