Author Archives: rokur
Val til Íðkaranevnd SSF
Góðu forfólk! Sum tykkum kunnugt, so hevur tað í eina tíð verið arbeitt fram ímóti at fáa mannað eina íðkaranevnd undir SSF. Inntil víðari hava tað verið Signhild og Pál sum hava sitið í nevndini, men vit fara nú undir … Continue reading
Svimjifelagið Hellufossur nýtt felag í SSF
Starvsnevnd SSF samtykti hóskvøldið hin 19. oktober 2023 at góðkenna Svimjifelagið Hellufoss í Kvívík sum lim í Svimjisambandi Føroya, og hevur Svimjisambandið tí nú 7 virkin feløg.
Innbjóðing til ABMS Sprint 2023
Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna í Sprint 2023 (ABMS Sprint 2023), sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll hin 18. november 2023.
Innbjóðing til SuSvim-stevnu í Vági 28. oktober 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Vági hin 28. oktober 2023, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri til okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4. Svomið verður breiddir í Páls Høll í Vági.
Innbjóðing til FM og JM á stuttgeil 2023
Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2023, sum Svimjisamband Føroya og Havnar Svimjifelag skipa fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 10. til 12. november 2023.
OK úrslit á World Cup 2023 í Berlin
Teir fýra føroyingarnir eru nú lidnir við sítt á World Cup 2023 stevnuni í Berlin, og gekk tað ókey. Tá ið hugsað verður um at vit eru fyrst í hesum svimjiári, og at talan var um harða kapping, so svumu … Continue reading








