Author Archives: rokur
Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum 23. september 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnu fyri okkara yngstu aldursbólkar hin 23. september 2023, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í svimjihøllini á Argjum. Tilmeldingin fer fram á data.tempus.fo
Innbjóðing til HS Open 30. sep – 1. okt. 2023
Her er innbjóðingin til svimjistevnuna HS Open sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, hin 30. september og 1. oktober 2023. Tilmeldingin er á data.tempus.fo
Dan og Katja døma á EM U23 í Dublin
Út yvir svimjilandsliðið hjá okkum, so hevur SSF eisini sent tveir av okkara altjóða dómarum til EM U23, eins og vit fyrr í summar sendu ein til EJM í Beograd, at hjálpa til og taka til sín. Talan er um … Continue reading
Altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagurin 2023
25. apríl er altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagur, sambært yvirlýsingini hjá Sameindu Tjóðir frá 2021. Tíverri hava vit ikki havt tíð og orku til at varpa ljós á hendan dagin í ár sum í fjør, men er boðskaðurin enn hin sami: Tað kann … Continue reading
Startlistar til HM 2023
So er tað longu í morgin, at kappsvimjingin á langgeil byrjar á HeimsMeistarastevnuni 2023, her í Fukuoka í Japan. Úr Føroyum eru luttakararnir Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag og Líggjas Joensen (2008) úr Ægir, harav Líggjas nú í morgin … Continue reading
Ein super endi á Oyggjaleikum 2023
Okkara 10 svimjarar hava verið óførir, hesar fýra dagarnar á Oyggjaleikum 2023. Heili 26 heiðursmerki varð tað til, og eitt ótal av finaluplássum, har tey í heilum svumu niður ímóti og betri enn sínar bestu tíðir nakrantíð.








