Beinleiðis úrslit og stroyming frá FM og JM á stuttgeil 2023

So byrjar FM og JM á stuttgeil 2023, við JuniorMeistarastevnu og innleiðandi til FøroyaMeistarastevnuna frá kl 09:30 í morgun, og síðani FM-finalum frá kl 17 í dag.

Til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.se og her á Swimify, umframt at ætlanin er at stroyma beinleiðis frá stevnuni á YouTube-rásini hjá SSF.

Til ber sjálvsagt eisini at fara í høllina í Gundadali at hyggja. Tað kostar einki.

Stevnupartarnir eru

  1. partur: Fríggjamorgun 10. nov. frá kl. 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
  2. partur: Fríggjadag 10. nov. frá kl. 17:00 – FM finalur
  3. partur: Leygarmorgun 11. nov. frá kl. 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
  4. partur: Leygardag 11. nov. frá kl. 17:00 – FM finalur
  5. partur: Sunnumorgun 12. nov. frá kl. 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
  6. partur: Sunnudag 12. nov. frá kl. 16:00 – FM finalur
This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.