Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2022

Svimjisamband Føroya hevði í dag hin 9. apríl 2022 sín árliga aðalfund, á Panorama á Hotel Hafnia í Havn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini ein rúgva av innkomnum málum frá starvsnevndini, og val av formanni og tveimum nevndarlimum.

SSF aðalfundur 2022
Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2022

Atlantic Airways heldur áfram sum høvuðsstuðul hjá Svimjisambandi Føroya

Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya hava í dag endurnýggjað stuðulsavtaluna sínámillum, so at Atlantic framhaldandi er høvuðsstuðul SSF. Hetta hendi har vesturi á flogvøllinum í Vágum, í sambandi við at føroyska svimjilandsliðið kom heim av væleydnaðari ferð til Noregs, har tey hava luttikið á altjóða stevnuni Bergen Swim Festival 2022.

Bartal Debess, Árni Olsen, Rókur í Jákupsstovu og Alisa Vestergård har vesturi í dag
Kristian Martin Joensen eigur myndina
Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Atlantic Airways heldur áfram sum høvuðsstuðul hjá Svimjisambandi Føroya

Elisabeth 2:21.07 og bronsu í 200 rygg á Bergen Swim Festival 2022

Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag megnaði nú í kvøld at svimja seg til bronsuheiðursmerki á Bergen Swim Festival 2022, tá ið hon í A-finaluni í 200 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 2:21.07. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 2:19.88 frá Edinburgh International Swim Meet í mars mánaða.

Posted in Kapping | Tagged , | Comments Off on Elisabeth 2:21.07 og bronsu í 200 rygg á Bergen Swim Festival 2022

Úrslit frá SuSvim Open 2. og 3. apríl 2022

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “SuSvim Open Apríl 2022” sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 2. og sunnudagin 3. apríl 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá SuSvim Open 2. og 3. apríl 2022

Startlistar til SuSvim Open 2. og 3. apríl 2022

Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri svimjistevnuna “SuSvim Open Apríl 2022”, í Páls Høll í Vági nú leygardagin hin 2. og sunnudagin hin 3. apríl 2022. Startlistarnir síggjast her á livetiming.se, har úrslitini eisini verða at síggja beinleiðis

Posted in Kapping | Comments Off on Startlistar til SuSvim Open 2. og 3. apríl 2022

Úttøkuskipan til HM 2022 í Budapest

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi HeimsMeistarastevnu á langgeil, sum verður í Budapest í Ungarn frá 18. til 25. juni 2022. Við fyrivarni fyri serliga støðuni við korona, og møguligum avbjóðingum av russisku innrásini í Ukraina.

By LeeveiphuOwn work, CC BY-SA 4.0, Link
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úttøkuskipan til HM 2022 í Budapest