Luttakaralistar til FM fyri lið 2022

Í morgin leygardag hin 2. juli byrjar Føroyameistarastevnan fyri lið 2022, í Páls Høll í Vági, sum okkara íkast til Føroyaleikirnar 2022. Sjey lið hava boðað frá luttøku – 4 hjá kvinnum og 3 hjá monnum. Sí luttakaralistarnar her

Posted in Kapping | Comments Off on Luttakaralistar til FM fyri lið 2022

Føroysk úrslit á HM 2022

Her eru føroysku úrslitini frá HM 2022, sum er í Budapest í hesum døgum, og har kappsvimjingin í svimjihyli endaði í gjár.

Tey bæði Vár og Bartal E. Eidesgaard luttóku í hvør tveimum sínum kappingum, har tað gekk serliga væl hjá Bartali.

Vár, Kristian Martin og Bartal í Budapest. Ann Ellingsgaard eigur myndina
Continue reading →
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Føroysk úrslit á HM 2022

Innbjóðing til Nordic Open Masters 2022

Her er innbjóðingin til Nordic Open Masters 2022, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjadagin hin 30. september og leygardagin hin 1. oktober 2022.

Við svimjikvøðu

Rókur

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til Nordic Open Masters 2022

Úrslit frá kanningini um hvat føroysk svimjing skal leggja dent á

So er spurnarkanningin stongd, har vit í Svimjisambandinum spurdu út í fjøldina, hvat ið vit øll ynskja at føroysk svimjing skal leggja dent á.

Continue reading →
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Úrslit frá kanningini um hvat føroysk svimjing skal leggja dent á

So er HM 2022 í gongd

Tey bæði Bartal og Vár E. Eidesgaard luttóku í gjár í sínum fyrstu kappingum, her á Heimsmeistarastevnuni 2022 í Budapest, har Bartal betraði sum sína bestu tíð, og Vár svam sína 4. bestu nakrantíð. Eisini var eykaaðalfundur, har eitt hitt tyngsta málið var atkvøðugreiðsla um nýggja reglugerð, til hvussu gerast skal tá ið svimjarar skifta kyn.

Føroysk úrslit á HM 2022

Føroyar til HM 2022. Ann Ellingsgaard eigur myndina
Continue reading →
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on So er HM 2022 í gongd

So er tað HM 2022 í Budapest

Heimsmeistarastevnan 2022 byrjar í morgin, har sjálv kappsvimjingin er frá leygardegnum 18. juni til leygardag 25. juni, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Luttakaralistarnir síggjast nú her á omegatiming.com

By Leeveiphu – Own work, CC BY-SA 4.0, Link

Tey sum luttaka fyri Føroyar, eru systkinini Vár og Bartal E. Eidesgaard. Vár fer at luttaka í 800 og 1500 frí, meðan Bartal fer at luttaka í 100 og 200 frí. FINA skrivar at vit í Føroyum fara at kunna síggja stevnuna sum beinleiðis sjónvarp á AllAquatics

Posted in Kapping | Tagged , , | Comments Off on So er tað HM 2022 í Budapest