Ægir 4:10.64 og føroyskt juniormet í 4×100 frí fyri mix-lið

Ægir settu fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt juniormet í 4×100 frísvimjing fyri mix-lið, tá ið tey í innleiðandi riðlunum á Atlantic Open 2022 í Páls Høll svumu seg til úrslitið 4:10.64. Ægir áttu eisini nú farna juniormetið, á 4:14.26 frá Atlantic Open í fjør. Sí úrslitalistan her

Tey fýra sum svumu hetta juniormetið, vóru:

  • Jonna Joensen (2005) 1:04.70
  • Lea Petersen (2009) 1:09.48
  • Heini M. Askham (2006) 57.44
  • Líggjas Joensen (2008) 59.02
Lea, Jonna, Heini og Líggjas juniormet í 4×100 frí fyri mix-lið á Atlantic Open 2022

Posted in Kapping | Comments Off on Ægir 4:10.64 og føroyskt juniormet í 4×100 frí fyri mix-lið

Stroyming frá Atlantic Open 2022

Her er stroyming frá Atlantic Open 2022, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági nú 23. til 25. apríl 2022. Beinleiðis úrslit síggjast eisini her á livetiming.se

Stevnupartarnir eru

  • 1. partur: Leygardag 23. apríl frá kl 17:00 – Innleiðandi og beinleiðis finalur
  • 2. partur: Sunnumorgun 24. apríl frá kl 09:00 – Innleiðandi og beinleiðis finalur
  • 3. partur: Sunnudag 24. apríl frá kl 17:00 – Finalur
  • 4. partur: Mánamorgun 25. apríl frá kl 09:00 – Innleiðandi og beinleiðis finalur
  • 5. partur: Mánadag 25. apríl frá kl 15:00 – Finalur
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Stroyming frá Atlantic Open 2022

Vár 9:06.88 og føroyskt met í 800 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti í morgun flott føroyskt met, tá hon á ungarsku meistarastevnuni í Debrecen svam 800m frí við tíðini 9:06.88. Gamla metið, sum Vár sjálv átti, var 9:08.50 frá Bergen Swim Festival í apríl 2019.

Vár hevur síðan byrjanina av februar verið í Budapest í Ungarn, har hon venur við felagnum BVSC.

Vár í Páls Høll. Erling Eidesgaard eigur myndina.
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Vár 9:06.88 og føroyskt met í 800 frí

Startlisti til Atlantic Open 2022

Her eru startlistarnir til Atlantic Open 2022, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri saman við Suðuroyar Svimjifelag í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 23. apríl til mánadagin 25. apríl 2022. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se

Continue reading
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Startlisti til Atlantic Open 2022

Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum 30. apríl 2022

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í svimjihylinum á Argjum, leygardagin hin 30. apríl 2022. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum 30. apríl 2022

Innbjóðing til ABMS 2022

Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2022 (ABMS 2022), sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll hin 14. og 15. mai 2022.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til ABMS 2022